Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikukvøldið kl. 18:00.
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað, yvirhøvur turt og onkur sólglotti. Í kvøld lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s. Í nátt lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin samdrigið og ælaveður. Sum frá líður seinnapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 9 til 17 stig.
Sólarris: 04:25 Sólsetur: 22:39