Seinnapartin mánadagin vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic, tá ið ein sjómaður umborð á einum russiskum trolara hevði brúk fyri at koma undir læknahond. Russiski trolarin var staddur sunnanfyri Føroyar, tá ið MRCC fekk boðini.
Tað tók 1 tíma og 30 minuttir frá tí at boðini komu inn inntil maðurin kom á landssjúkrahúsið.
Og í gjár vóru boð eftir Brimli, tá ið ein trolari fekk maskintrupuleikar norðanfyri Føroyar. MRCC fekk boðini kl. 01.25 týsnáttini. Brimil fór avstað og sleipaði trolarin inn á Pollin í Klaksvík, har Ziska tók yvir og fekk trolaran til bryggju.
Frá tí at MRCC fekk boðini og til trolarin lá við bryggju í Klaksvík tók í alt 10 tímar.