Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2024 11:11

Móðurmálsdagur 2024

Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Vencil og FøroyarLesa

”Í Føroyum tosa vit føroyskt. Men tað er ikki ein fjarur tanki at hugsa sær, at vit tosaðu danskt. Tí danskt var einaferð við at troka føroyskt burtur. Í Hetlandi megnaðu tey ikki at standa ímóti trýstinum frá enskum, og norn – teirra móðurmál – doyði út. Nú er danskt ikki avbjóðingin hjá okkum longur, men enskt. Vit mugu ikki enda í somu støðu sum hetlendingar.”

Orðini koma frá Føroyamáli, Málráðnum, Námi, Bókadeildini, Føroyar lesa og Vencili, sum eru í holt við at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til stóra móðurmálsdagin, sum verður 25. mars 2024.

Móðurmálsdagurin verður í ár hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Nýggj stavsetingarorðabók verður løgd fram á tiltakinum, sum er í tveimum pørtum, men við fjølbroyttari skrá, eitt nú framløgum, hugleiðingum, skemtiligum innsløgum og góðum føroyskum tónleiki. Teknmálstulkur er eisini við á degnum.

Stuttfluttur matur og drekka frá Føroya Bjór. 

Tiltakið er alment og ókeypis.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Vencil og FøroyarLesa

Skrá sæst her: https://fb.me/e/4gnJYL5FZ