Veruligur gulur fótbóltsfebur er á eystara armi á Skálafjørðinum í hesum døgum. NSÍ er bert eitt stig frá sínum øðrum FM-heiti í bestu mansdeildini, og sunnudagin kann 19 ára bíðitíðin vera av. Tá tekur NSÍ ímóti HB við Løkin klokkan 15, og ein javnleikur er nóg mikið til at tryggja meistaraheitið.
Spenningurin merkist eisini millum yngstu viðhaldsfólkini. Hesa vikuna hava NSÍ-leikarar vitjað skúlar í økinum, og móttøkan hevur verið bæði lívlig og stuttlig.
Í gjár vitjaðu leikararnir skúlan á Glyvrum, og í morgun gekk leiðin til skúlan við Løkin. Lagið var gott, sangir vórðu sungnir, og børnini fingu høvi at seta leikarunum spurningar. Aftaná skrivaðu leikararnir autografar til spentu børnini.
Í morgin er ætlanin at vitja frítíðarskúlan í Rituvík, har smáu viðhaldsfólkini eisini fáa høvi at heilsa upp á leikararnar undan stóra dystinum.
NSÍ varð stovnað 24. mars 1957 og vann sítt fyrsta FM-heiti í 2007 – sama ár sum felagið fylti 50. Nú er møguleikin har aftur, og bæði ung og eldri vóna, at sunnudagurin verður ein nýggjur merkisdagur í søgu felagsins.
Myndir: Eysturoyarportalurin




























