Løgtingið
Mike Crapo, amerikanskur senatorur, og fylgi hansara vitjaðu løgtingsformannin, Johan Dahl, í Løgtinginum mikudagin 21. oktobur.
Høvuðsendamálið við vitjanini hjá amerikonsku sendinevndini er at umrøða viðurskifti viðvíkjandi altjóða handli, fíggjartænastum og bankavirksemi, umframt hvussu Russland og Kina verða uppfatað í Norðurlondum, og hvørja ávirkan hesi lond hava í norðurlendska økinum.
Sendinevndin hevur serligan áhuga fyri samráðingunum hjá Føroyum um limaskap í Heimshandilsfelagsskapinum WTO. WTO-mál hoyra millum annað undir málsøkið hjá nevndini, sum senatorurin Mike Crapo er formaður í.
Mike Crapo er limur í Republikanska flokkinum og hevur verið senatorur í amerikanska Senatinum síðan 1999. Síðan 2025 hevur hann verið formaður í fíggjarnevndini í amerikanska Senatinum.