Landsbanki Føroya
Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn er 7% hægri í fyrra hálvári 2026 samanborið við sethúsaprísin í 2025. Í smærri bygdum er hann hækkaður við 17% og í Suðuroy/Sandoy við 21%. Hinvegin eru sethúsaprísirnir lækkaðir við 4% í størri bygdunum í fyrra hálvári 2026 samanborið við miðalprísin fyri árið 2025.
Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn er sambært hagtølum frá Føroya Banka nærum 4,8 mió. kr. og fyri íbúðir 3,3 mió. kr. í fyrra hálvári 2026. Hagtølini eru fyribils og rættingar kunnu fyrikoma. Miðal sethúsaprísurin er 7% hægri í fyrra hálvári 2026 samanborið við miðalprísin í Havnini í 2025.
Í størri bygdunum er miðalprísurin fyri eini sethús 2,5 mió. kr. og í smærru bygdunum 2,4 mió. kr. Í Suðuroy og Sandoy, sum eru bólkaði saman, er miðal sethúsaprísurin 1,7 mió. kr. í fyrra hálvári 2026.
Sethúsaprísirnir eru lækkaðir við 4% í størru bygdunum og øktir við 17% í smærru bygdunum og 21% í Suðuroy/Sandoy í fyrra hálvári 2026 samanborið við miðalprísin fyri árið 2025. Á smærru økjunum í Føroyum eru sølurnar fáar, og einstakir handlar kunnu tískil vera orsøk til stóru broytingarnar í miðalprísinum í fyrra hálvári 2026.
Tey dýrastu 5% av sethúsunum, sum eru seld í Havnini higartil í 2026, eru farin fyri 7,1 mió. kr. í miðal, meðan tær dýrastu 5% av íbúðunum, ið eru seldar í Havnini, eru farnar fyri 4,5 mió. kr. í miðal higartil í 2026.
Seinastu áleið 5 árini hava tað eisini í størri mun enn áður verið seldar íbúðir í størri bygdunum. Miðalprísurin fyri íbúðir í størru bygdunum, er higartil í 2026 2,7 mió. kr. Íbúðirnar í størru bygdunum eru sostatt higartil í 2026 farnar fyri ein hægri prís í miðal, enn sethúsini í størru bygdunum, sí mynd 1.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.