Skriva hevur: Eivind Weyhe
Úrtak
Í greinini viðger høvundurin nøvnini á teimum gomlu bygdunum Glyvrum, Toftum og Nesi og á teimum ungu bygdunum Heiðunum/ Saltangará, Runavík, Saltnesi, Rituvík og Æðuvík, sum allar eru í einum øki eystan fyri Skálafjørðin í Eysturoynni. Sambandið millum gamlar markatalsbygdir og yngri niðursetu- bygdir í økinum verður lýst. Serligur dentur verður lagdur á at útgreina hvørji landafrøðilig økir nøvnini Runavík, Heiðarnar og Saltangará vísa til, og at tolka hesi nøvn. Forliðið í Runavík verður tolkað sum annaðhvørt runi k. ‘gøltur’ ella run kv. ‘áarløkur’. Viðvíkjandi navninum Saltangará, sum í hvussu er síðan miðskeiðis í 19. øld vanliga hevur verið fatað sum eitt áarnavn og síðan eisini er blivið bygdarnavn, tekur høvundurin undir við Gösta Holm (1992) sum tolkar tað sum eitt upprunaligt økisnavn, *Salthandara ‘øki handan fyri Saltnes’. Tað hevur verið navn á einum øki í haganum á Toftum, men gjørdist mitt í 19. øld navn á nýggjari búseting í haganum hjá Glyvrum, eisini nevnd Glyvraheiðar ella Heið- arnar ‘torvheiðar hjá Glyvrum’. Navnið Saltangará er sostatt flutt av Toftum til Glyvrar.
Ikki er altíð so lætt hjá fólki at halda skil á nøvnunum á bygdunum á eystara armi á Skálafjørðinum, og kanska serliga tá ið tað kemur til nøvnini Runavík, Saltangará og Heiðarnar. Hjá mongum tykist ivi vera um hvat øki hesi nøvn sipa til, og ivi hevur eisini verið um hvussu nøvnini skulu skrivast. Harumframt eru har í grannalagnum bygdirnar Toftir, Saltnes, Nes, Æðuvík og Rituvík. Í hesi grein skal verða roynt at útgreina hesi nøvn og at greiða uppruna teirra.
Fyrst er tað at siga at hesar bygdir eru ikki allar gamlar. Glyvrar, Toftir og Nes eru gamlar markatalsbygdir, t.e. tær hava havt búseting síðan í miðøld (og kanska fyrr) og hava gamlan bø við tilhoyrandi haga. Hinar eru allar niðursetubygdir í høgunum sum hoyra til hesar gomlu markatalsbygdir.
Taka vit tær norðanífrá, so røkkur markatalsbygdin Glyvrar frá Marknagarði, sum var mark móti Lamba (inni við Kópa- sker/Líkhellu), og út til Snaraløk, sum sigst vera mark móti markatalsbygdini Toftum. Svabo (1959: 1411) sigur at Glyvrar eru “en Gaard af 16 Marker Jord og en Have Part,” og eisini í Taxatiónsprotokollini (1873) er hagin nevndur undir einum og man tí hava ligið í felag, men í dag eru hagarnir fýra: Innan fyri Gjónna, Leitis- hagi, Dalhagi og Hjallahagi (í staðar- navnauppskriftum frá uml. 1948 og 1958 er Leitishagi eisini nevndur Leitið, Dalhagi er nevndur Dalurin, Á Dalinum, Yvir á Dal og Glyvradalur, og Hjall(a)hagi er eisini nevndur Á Hjøllunum).
Um markatalsbygdina Toftir sigur Svabo (1959: 1411): “13 Marker Jord og en Have-Part.” Sambært Taxatiónsprotokollini (1873) eru 20 merkur á Toftum, og hagin liggur í tveimum: Yvir í Haga ella Rituvík (13 1/3 mørk) og Mýrarnar (6 2/3 mørk), men harumframt var eisini Húshag- in, ið var húshagi hjá hinum báðum høgunum. Í dag eru hesir tríggir hagarnir skiftir sundur í fleiri sjálvstøðugar hagar, og teir báðir seinast nevndu, Húshagin og Mýrarnar, hava mark úteftir (t.e. suðureftir) móti markatalsbygdini Nesi við Neshaga.
Markatalsbygdin Nes á suðurendanum á Eysturoynni er 24 merkur innangarðs og 20 merkur uttangarðs, og Neshagi liggur í einum. Svabo (1959: 1410 f.) sigur: “Næs, som er Præstegaarden og Torkjilsheggjur, Annex-Gaarden (…), have 31 marker, hvoraf de 24 i en Have-Part, og de 7 i Tofte-Have.”
Mørkini millum hagarnar hava ikki altíð verið har tey eru nú. Á máliborðsbløðunum frá 1901 og 1941-43 (Føroyar 1:20.000) røkkur hagaparturin Yvir í Haga (Rituvík) heilt heim í Runavíkina, tí ein geiri av honum gongur oman ímillum Leitishaga á Glyvrum og Mýrarnar á Toftum, og mark millum teir báðar Tofta-hagarnar, Yvir í Haga og Mýrarnar, er ein á sum kemur av Innarahálsi og rennur út í Skála- fjørðin. Við uttangarðsútskifting í 1982 blivu mørkini broytt, og hasin geirin av Yvir í Haga kom upp í Mýrarnar. So í dag røkka Mýrarnar norður at Glyvra-markinum, og Yvir í Haga er eystari. Annars hev- ur ósemja og rættartræta verið um markið millum Glyvrar og Toftir, og hon varð avgjørd við “Overlandvæsenskommissions- kendelse” í 1962, har glyvramenn fingu viðhald. Nøkur hús á markinum standa á grundstykkjum við tveimum matrikulnumrum, einum á Glyvrum og einum á Toftum.
Hóast stríð hevur verið um markið, nevna heimildir báði á Glyvrum og á Toftum Snaraløk sum mark. Í eini staðarnavna- uppskrift av Glyvrum frá o.u. 1948 skrivar Ulf Zachariasen: “Snaraløk: Áin er mark millum Glyvrahaga og Toftahaga. Rennur í snúningum niðri við bakkan.” Napoleon Djurhuus (sum byggir á uppskriftina hjá UZ) nevnir hana í uppskrift frá 1958 báði Snaraløk og Snariløkur. Onkur uppskrift hevur Snaraløkur. Kortið frá 1990 (Føroyar 1:20.000) hevur formin Snaraløk, sum tykist vera tann vanligi talumálsformurin, fataður sum kvennkyn, meðan Snaraløkur og Snariløkur helst eru royndir at normalisera navnið. Í frásøgn hjá Matrikulstovuni frá marknagongu 7. desembur 1960 verður sagt at “Mýruhaga umboðini vístu markið at vera frá Runavík frá Gulakletti eftir á, teir kalla Snaraløk og aðrir kalla Gulaklettsá, og sum rennur undir niðasta veg umleið 15 m norðanfyri læknahúsini.” 2 Kortini frá 1901, 1941-43 og 1990 (Føroyar 1:20.000) tekna øll markið at vera eitt vet uttan fyri Snaraløk og í eini nøkulunda beinari linju.
Myndin í hesum øki kann í dag tykjast heldur enn ikki fløkt, serliga um vit bera kommunusundurbýtið sum tað er í dag (2016), saman við tær gomlu markatalsbygdirnar. Í Nes kommuna eru bygdirnar Nes (325 íbúgvar), Toftir (790 íbúgvar) og Saltnes (120 íbúgvar). 3 Í Runavíkar kommunu eru nógvar bygdir, harímillum Runavík (531 íbúgvar), Saltangará (984 íbúgvar), Glyvrar (368 íbúgvar), Rituvík (261 íbúgvar) og Æðuvík 104 íbúgvar). 4 Rituvík, sum av fyrstan tíð var niðursetu- bygd Yvir í Haga á Toftum, er ikki partur av Nes kommunu, men hoyrir til Runavíkar kommunu, og tað sama ger niðursetubygdin Æðuvík sum liggur í Neshaga.
Vit skulu fyrst hyggja at nøvnunum á teimum gomlu markatalsbygdunum og síðan at nøvnunum á niðursetubygdunum.
2 Gamlar markatalsbygdir
2.1 Glyvrar, Á Glyvrum
Hetta er bygd á eysturarminum á Skálafjørðinum, tætt við ta gjónna sum (sambært máliborðsblaðnum frá 1990 og uppskrift hjá Hammershaimb frá 1853) eitur Glyvragjógv. Staðarnavnauppskriftin frá o.u. 1948 sigur at “Bygdin hevur – óivað – navn av tveimum glyvrum, íð renna oman í bygdina: Stóragjógv og Lítlagjógv”. Íbúgv- arnir verða nevndir glyvramenn.
Eldri skriftformar eru: Jb 1584 Gliffuerom. Debes (1673) Glibrum. Svabo (1781-82) Glibre, Glivrar, Glivre (og Glivre–Bøe). Born (1795) Glibre. Rafn (1832) Glifrar. Taxatiónin (1873) og Generalstaburin (1897)5 Glibre (Glivrar). Lexicon Færoense (1877-88) Glivrar. Máliborðsblaðið (1943) Glyvrar (tann danski formurin er ikki tikin við).
Navnið er ósamansett og inniheldur navnorðið glyvur h. ‘djúp kluft í fjalli, smágjógv, glývur’ (FO), norr. gljúfr h. Navnið verður brúkt í fleirtali, men tað hevur fingið tann sekundera hvørfalsformin Glyvrar í kvennkyni (hvørkikynsorðið eitur glyvur í eintali og fleirtali). Helst hevur bygdin einaferð hitið *At Gljúfrum, t.e. ‘við glyvrini’. Sum tað sæst í orðalýsingini av “glyvur”, kemur formurin glývur eisini fyri í føroyskum, m.a. í staðarnøvnum sunnanfjørðs. Um slíkt kyns- og bendingarskifti í staðarnøvnum hava fleiri skrivað, m.a. Haraldur Bernharðsson (2004), sí eisini Weyhe (2008).
2.2 Toftir, Á Toftum
Bygdin er við eystara munnan á Skálafjørðinum. Eldri skriftformar: Norske lensrekneskaper 1566-67 po Toffte. Jb 1584 Tofftum. Debes (1673) Tofte. Svabo (1781- 82) Tofte, Toftir, aa Toftun. Born (1795) Tofte. Rafn (1832) Toftir. Taxatiónin (1873) og Generalstaburin (1896) Tofte (Toftir). Íbúgvarnir verða nevndir tofta- menn.
Navnið er ósamansett og inniheldur navnorðið toft kv. í fleirtali. Orðið verður í FO lýst sum ‘rapaðir húsaveggir, leivd av húsi el. bygningi, húsatoft’. Tann norrøna orðabókin hjá Heggstad (2012) hevur topt f. sum høvuðsform, við síðuformunum tópt, tupt, tómt. Merkingin í FO er tann einasta ið er kend í nútíðarføroyskum. Men í norðurlandamálum tykist orðið frá gamlari tíð at hava havt aðrar merkingar. Sambært greinini “Toften rundt” eftir P. Gammeltoft (2002) hevur orðið kunnað merkt pláss 1) ið er væl egnað til búseting, 2) har búseting er, ella 3) har búseting hevur verið. Tað er tann triðja merkingin ið er livandi í føroyskum, men tað er ikki óhugsandi at hinar kunnu hava verið til í eldri tíð. Gammeltoft vísir til Fritzner, sum lýsir topt/tupt sum ‘Sted paa hvilket en Bygning opføres eller er opført’, og Gammeltoft metir at tann upprunaligi týdningurin av toft í føroyskum má hava verið ‘plads egnet til/hvor der står en bebyggelse’. Seinri hevur merkingin flutt seg til hana ið vit nú kenna, og hann vísir til Finn Jónsson, sum vil vera við at toft í íslendskum hevur broytt merking frá ‘grundmuren under et hus eller en gård, gårdssted’ til ‘tomt, ruin, vægge uden tag’, ella sum Finnur Jónsson sjálvur sigur (1907-15: 462): “Orðið merkir eiginlega grundvöllinn undir húsum eða bæjum, bæjarstæðið; þar af hefur leiðst hin síðari merking orðsins á Íslandi, þeir 4 veggir, er lykja um grundvöllinn, einkum veggur húss, er hevur verið rifið.”
Toftir er annars eisini navn á teirri bygdini i sum í almennum høpi verður nevnd Norðtoftir, og kemur harumframt fyri í fleiri býlingsnøvnum og sum EL í bygdarnavninum Skálatoftir.
Nes í Eysturoynni er stutt norður frá Eystnesi, tí syðsta nesinum á Eysturoynni, og man hava fingið navn av tí (Eystnes man hava verið nevnt Nes í nærumhvørvinum).
Eldri formar: Hundabrævið (1350-1400) a nesi. Jb 1584 Ness. Debes (1673) Næs. Svabo (1781-82) Næs. Born (1795) Næs (og nesið Øst Næs). Rafn (1832) Nès. Generalstaburin (1897) skrivar Næs (Nes). Íbúgvarnir verða nevndir nesmenn.
Navnið er ósamansett og inniheldur navnorðið nes h. ‘heldur langt og mjátt landøki sum stingur út í sjógv el. vatn’ (FO), norr. nes h. Nes er eisini bygdarnavn í Suðuroy og verður eisini brúkt sum nærnavn um Trøllanes á Kalsoynni. Navnið sipar til at bygdin er á einum nesi ella við eitt nes.
Framhald:
Næstu ferð verður sjóneykan sett á “Niðurseturbygdir“
Deil á Facebook