Nánd
Margret Poulsen er sett sum deildarleiðari á Gøtubrá. Hon byrjar í starvi 24. august.
Margret er 33 ára gomul og býr í Runavík. Hon tók útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2021. Hon hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á hjartadeild og medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum og eisini sum avloysari á skurðdeild á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Meðan hon las sjúkrarøktarfrøði, tók hon vaktir á Tjarnargarði og Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.