Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.11.2026 13:45

Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra

Føroyar komu í bólk C3 saman við Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra - Mynd: UEFA

Fótbóltssamband Føroya

Nú er greitt, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við kvinnum skal spæla ímóti í UEFA Nations League kapping, sum byrjar í februar mánað.

Á middegi var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League 2027 fyri kvinnur.

Fyri føroyska kvinnulandsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar endaðu í bólki C3, saman við Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra.

Dystirnir verða spældir í døgunum 25. februar til 6. mars, 13. til 24. apríl og frá 7. til 15. juni 2027.

Endalig leikskrá verður kunngjørd ein av komandi døgunum.

Áðrenn kvinnurnar fara undir Nations League kappingina, so luttekur A-landsliðið í Baltic Cup í Estlandi um mánaðarskiftið novembur/desembur.