Eyp grein
Nýggja farleiðin hjá Samskip millum Føroyar og Scrabster í Skotlandi hevur fingið eina góða byrjan. Útflutningurin veksur, og nú verður arbeitt við at fáa meira farm til Føroya.
– Vit skuldu kanska heldur verið byrjaðir á hásumri, tá ið veðrið er gott, sigur Sjúrður Johansen, stjóri í Samskip, skemtandi, tá ið Eysturoyarportalurin hittir hann á skrivstovuni á Kongshavn 2 í Saltangará hendan regntunga og myrka fríggjamorgunin síðst í oktober.
Nýggja farleiðin byrjaði 21. september í ár, tá ið Silver Pearl fór fyrsta royndartúrin til Skotlands. Síðani hevur Silver Arctic røkt siglingina.
At byrja um heystið hevur havt sínar avbjóðingar. Sjúrður vísir á, at havleiðin millum Føroyar og Skotland kann vera sera harðbalin. Men tað hevur eisini givið fyritøkuni virðismiklar royndir longu frá byrjan.
– Vit hava verið noydd at laga okkum skjótt til umstøðurnar og hava lært ymiskt, sum vit kanska ikki høvdu lært um summarið. So einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, sigur hann.

Silver Arctic, sum her er á veg inn á Skálafjørðin, hevur røkt nýggju farleiðina millum Føroyar og Scrabster eftir fyrsta royndartúrin hjá Silver Pearl. Mynd: Eyp.fo.
Laksurin er grundarlagið
Sjúrður letur væl at fyrstu vikunum. Serliga er tað flutningurin úr Føroyum, sum gongur væl, og útlit eru fyri, at farmanøgdirnar fara at vaksa.
Feski laksurin hjá Bakkafrost er høvuðsgrundarlagið undir farleiðini. Men eisini flutningurin av feskum fiski úr Føroyum til bretska marknaðin er við at taka seg upp.
Enn er minni farmur hinvegin, úr Skotlandi til Føroya. Tí verður nú størri orka løgd í at marknaðarføra farleiðina og finna nýggjar kundar bæði heima og uttanlands.
– Málið er sjálvandi, at skipið við tíðini kann vera mest sum fult báðar vegir. Men enn er langt á mál, sigur Sjúrður.

Byrjunaravbjóðingarnar við at vera loystar
Sum væntað hevur nakað verið at fingið upp á pláss fyrstu tíðina. Serliga í Skotlandi hava verið ávísar avbjóðingar við umskipan av vøru.
Hetta er tó við at koma í rættlag, og nú ber til at leggja størri dent á at menna farleiðina.
Sjúrður er vónríkur og sigur, at skotskir útflytarar longu hava givið nýggja rutusambandinum ans.
Hann sær millum annað møguleikar fyri at flyta skotsk epli, grønmeti, maskinur, hoyggj og fóður til landbúnaðin til Føroya. Eisini útbúnaður til fiskivinnuna og feskar matvørur kunnu verða flutt henda vegin.
– Hendan leiðin styttir munandi um flutningstíðina, vísir hann á. Transittíðin úr Onglandi og Skotlandi til Føroya er lítið meira enn ein dagur, og við tveimum fráferðum um vikuna fær føroyskt vinnulív eitt gott alternativ við hesi nýggju rutuni.
Tí heldur hann, at vørur, sum í dag koma til Føroya eftir øðrum og longri leiðum, við tíðini kunnu verða fluttar um Scrabster.

Silver Arctic við bryggju í Runavík. Samskip arbeiðir nú við at fáa meira farm úr Skotlandi til Føroya. Mynd: Eyp.fo.
Nýggir eigarar og fleiri møguleikar
Samstundis sum Samskip mennir nýggju Skotlandsleiðina, stendur felagið framman fyri einum eigaraskifti. Spanska familjufelagið Boluda Shipping hevur gjørt avtalu um at keypa Samskip.
Væntandi verður keypið endaliga avgreitt 1. januar 2027, treytað av neyðugum góðkenningum og øðrum avtalaðum treytum.
Sjúrður greiðir frá, at eigaraskiftið ikki fer at broyta virksemið í Føroyum. Samskip-navnið verður eisini varðveitt í Norðuratlantshavi.
Hann sær hinvegin góðar møguleikar í, at felagið verður partur av einum størri flutningsneti. Tað kann geva føroyskum kundum fleiri flutningsloysnir og betri sambond við útheimin. Samskip hevur fokus á Norðurevropa, meðan Boluda hevur fokus á Suðurevropa og Vesturafrika, so her er lítil yvirlapping í virkseminum hjá feløgunum báðum.
Eftir ætlan fer samlaða flutningsnetið at fevna um 32 skip á 18 sjóleiðum, 21 havnarterminalar, jarnbreytarsambond og meira enn 500 lastbilar. Tað skal knýta marknaðir í 28 londum saman og styrkja sambandið millum Norðurevropa, Iberisku hálvoynna, Kanariuoyggjarnar og Vesturafrika.
Bæði feløgini hava drúgvar royndir við at tæna oyggjasamfeløgum, har sjóflutningur er avgerandi fyri bæði vinnulív og húski.

Arnarfell hjá Samskip á veg til bryggju. Sjúrður Johansen sær møguleikar fyri fleiri flutningsloysnum og betri sambondum við útheimin eftir eigaraskiftið. Mynd: Eyp.fo.
Væl nøgdur við byrjanina
Sjúrður Johansen tók við sum stjóri í Samskip 1. september 2014. Áðrenn tað var hann stovnsleiðari á Vinnuframa og hevði eisini royndir sum grannskoðari og stjóri í bilasølu.
Nú er eitt av málunum at fáa nýggju Skotlandsleiðina at vaksa. Enn er nógv at byggja upp, serliga tá ið um ræður at fáa meira farm til Føroya, men fyrstu vikurnar hava givið honum góðar vónir.
– Tað hevur gingið væl, og tað sær sera spennandi út, sigur Sjúrður Johansen at enda.