Dagar og nøvn í álmanakkanum
Aurelius, doyði umleið 852. Í faðirætt vóru bæði hann og konan Natalia av mauriskum fólki, men tey vóru í loyndum kristin. Tá ið tey saman við øðrum alment viðgingu kristnu trúgv sína, vórðu tey tikin av mauriska emirinum og hálshøgd.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð