Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2026 09:47

31. oktober: Upphav trúbótar Luthers. Lovisa

Mynd: Martin Luther (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Upphav trúbótar Luthers. Lovisa. Eftir trúbótina koma, sum vera man, eingi nýggj halgimenni upp í álmannakkarnar, men luthersku álmanakkarnir varðveita tey gomlu nøvnini og taka eisini við tey nýggju katólsku nøvnini. So verða eisini ymiskar søguligar hendingar nevndar. M.a. dagurin 31. oktober, sum verður hildin til minnis um, at Martin Luther setti sínar 95 setningar upp á slotskirkjudyrnar í Wittenberg.

Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð