Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi fram til á middegi sunnudagin.
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og turt. Seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður ádrigið og okkurt æl í støðum. Í nátt gongur hann upp í vestan, skýggjað og ælaveður, og fram móti morgni veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt. Hitin 4 til 10 stig.
Sólarris: 07:55 Sólsetur: 16:24