Fótbóltssamband Føroya
FSF verður vertur fyri EM-undankappingini hjá U19-landsliðnum við gentum, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Luttakandi londini vera Føroyar, Ukraina, Litava og Andorra.
– Seinastu tvær ferðir, vit hava verið í deild B, hava vit vunnið bólkin, og tað ætla vit okkum aftur hesaferð. Liðið er sterkt, og tað ræður eisini um, at vit tora at seta okkum høg mál.
Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum síðst í novembur skal spæla EM-undankapping á heimavølli.
Fótbóltssamband Føroya verður vertur fyri kappingini, sum er á skránni frá 24. til 30. novembur. Hini londini í bólkinum eru Ukraina, Litava og Andorra.
– Hetta verður ein spennandi uppgáva, sum vit veruliga trúgva uppá, at vit kunnu vinna. Vit gleða okkum eisini til at spæla á heimavølli, og vóna, at nógvir áskoðarar koma til dystirnar, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Hópurin
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Drós í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Petsy Káradóttir Nielsen, HB
Elin Elmelund Hansen, HB
Ranja Joensen, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Aleksandra Zachariasen, KÍ
Emma Charlotta Knudsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Lív Pálsdóttir, Víkingur
Nita á Lakjuni, Víkingur
Sára Vang Justinussen, Víkingur
Miriam Stauss, Víkingur
Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)
Sara Benjaminsen, FC Nordsjælland (Danmark)
Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Dystaskráin
24. nov. Ukraina – Andorra (11:00 / Tórsvøllur)
24. nov. Litava – Føroyar (15:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Ukraina – Litava (11:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Føroyar – Andorra (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Føroyar – Ukraina (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Andorra – Litava (15:00 / Svangaskarð)