Víkingur skrivar:
Vit hava sera góð tíðindi í kvøld, nú vit hava tryggjað okkum høvuðsvenjaran í trý ár afturat.
Tað er ikki ov nógv sagt, at kallað Jóhan Petur Poulsen drívkraftina aftanfyri menningina í okkara felagið. Gamaní eru tað nógv, ið taka tøk, men heilin aftanfyri er ein lítilátin toftamaður, ið gongur á odda við hørðum og miðvísum arbeiði.
Vit kenna øll søguna um Jóhan Petur. Hann kom til felagið í 2015 og er í gongd við sítt 12. kappingarár. Fyrst sum venjari hjá næstbesta liðnum, og síðani besta liðnum, har hann hevur avrikað sera væl.
Vit ynskja framvegis at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti, samstundis sum at vit seta okkara egna fólk við, og hetta hava vit megna við Jóhan Peturi á odda. At hann eisini hevur áhugað og leggur arbeiði í restina av felagnum, styrkir um heildina.
Umframt at vera hartarbeiðandi og miðvísur, er Jóhan Petur seriøsur, nærlagdur og sera væl skipaður. Hetta smittar av niðureftir, og hansara máti at arbeiða uppá samsvarar sera væl við málsetningin hjá felagnum, og tí eru vit sera fegin um at samstarvið heldur fram.