Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2026 12:34

Allahalgannahald í Sunda kommunu

Sunda kommuna

Allahalgannahald við Gjógv, í Haldórsvík og Hósvík

Sunnudagin 1. november er Allahalgannadagur og sum siðvenja er verður skipað fyri minningarhaldi fleiri staðni í kommununi.

Minningarhald við Gjógv
Minningargudstænasta í Gjáar kirkju kl. 12.00. Jonhard Jógvansson talar. Síðani verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningarhald í Hósvík
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Hósvíkar kirkju kl. 14.00. Tummas Lykke Kannuberg, sóknarprestur talar. Síðani verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningarhald í Haldórsvík
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Haldórsvíkar kirkju 15.30. Tummas Lykke Kannuberg, sóknarprestur talar. Síðani verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.