Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.02.2023 11:43

Fíggjareftirlitið á eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa í novembur 2022

Mynd: Norðoya Sparikassi

Tíðindaskriv

Vitjanin hjá Fíggjareftirlitinum hevði til endamáls at gjøgnumganga øll týðandi váðaøkir í sparikassanum, undir hesum politikkir, mannagongdir og stakroyndir av útlánum.

Í sambandi við gjøgnumgongdina av útlánum staðfesti Fíggjareftirlitið, at tað var ikki tørvur á meiri niðurskrivingum.

Sparikassin fekk boð um at tillaga leiðreglur fyri compliance- og váðastýring við at útgreina ársætlan og raðfesting av uppgávum.

Solvenstørvurin skuldi økjast við 0,1 prosentstigi, og hesum hevur sparikassin longu lagt upp fyri í roknskapinum fyri 3. ársfjórðing í 2022.

Sparikassin tekur frágreiðingina til eftirtektar og ger neyðugar tillagingar.

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er viðheft niðanfyri.

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen

stjóri