Jalig og festlig konsert verður í Sjóvarstovu við Sjógv hóskvøldið 22. mai kl 20.00 við manskórinum Garpum.
Stutt um Garpar:
Talan er um 15 mans úr Sørvági, sum hava stovnað eitt øðrvísi kór. Umframt at syngja fleiri vakrar og lættar sangir, so syngja teir eisini festligar og stuttligar sangir. Teir framføra javnan til tiltøk og veitslur – og hava teir undirhald í millum sangirnar.
Kórleiðarin hjá Gørpum er Rúna á Rógvu.
Atgongumerki til konsertina á kr. 125 kunnu keypast her:
https://www.atgongumerki.fo/…/festlig-konsert-i…
Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum, so tað ræður um at skunda sær at keypa.
Hurðarnar lata upp ein tíma undan konserina – tvs kl 19.00.
Áðrenn, í steðginum og eftir konsertina ber at keypa drykkjuvørur og okkurt lætt aftur við