Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.08.2024 09:48

Eykaaðalfundurin útsettur: Næstformaðurin eisini lagt frá sær

Mynd: Eysturoyarportalurin (savnsmynd)

Tofta Ítróttarfelag boðaði í gjárskvøldið frá, at eykaaðalfundurin, sum upprunaliga skuldi verða hildin tann 3. september kl. 20.00, er útsettur til tann 11. septembur kl. 20:00 í staðin.

Keldur sum Eysturoyarportalurin hevur tosa við, upplýsa, at hetta er gjørt fyri at skapa ró rundan um felagið, eftir, at fyrst formaðurin, og síðani næstformaðurin valdu at leggja frá sær fyrr í vikuni.

Sostatt er greitt, at Tofta Ítróttarfelag skal hava nýggjan formann og næstformann til komandi eykaaðalfund, eftir at felagið í løtuni ongan formann ella næstformann hevur.