Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2024 07:03

Eivør – nýtt staklag og útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv

So er Eivør aftur klár við nýggjum tilfari og útgávukonsert, har hon fer á pall í Norðlandahúsinum 30. og 31. August.

Seinastu trý árini hevur Eivør arbeitt við nýggjari plátu. Plátan ber heitið “ENN” og verður útgivin 14. Juni, men longu nú kunnu vit byrja at gleða okkum, tí mikumorgun kl 11 kemur fyrsta staklagið saman við video út.

Lagið ber heitið “Jarðartrá” og er framleitt av Eivør og Tróndi Bogason og innspælt í Studio Bloch saman við bólkinum hjá Eivør, ið er mannaður av Mikael Blak, Per I Højgaard Petersen og Mattias Kapnas. Theodor Kapnas hevur staðið fyri upptøkunum og hevur ljóðblandað. Tað er íslendingurin Einar Egils, ið hevur framleitt video ́ið

Marjun Syderbø Kjelnæs eigur orðini til Jarðartrá, ið hugleiða um jørðina. At mitt í okkara grammleika og oyðing hoyra vit røddina í henni. Og hon kallar á okkum “kom legg teg í mín bláa favn”.

Í sambandi við útgávuna av “ENN” er skipað fyri stórari konsertferð í heyst í Europa, Australia og USA, men allarfyrst sleppa vit her heima at uppliva tónleikin live, tá Eivør tann 30. og 31. august hevur tvær konsertir Norðurlandahúsinum. Konsertirnar verða í høllini og verða skipaðar sum standikonsertir. Nøkur sitipláss eru tó í Klingruni, og fólk við serligum tørvi kunnu seta seg í samband við Norðurlandahúsið og bíleggja sitipláss.

Á konsertunum, ið verða við fullmannaðum Eivør bólki, fer Eivør at framføra tey átta løgini á nýggju útgávuni, ið øll eru á føroyskum, umframt onkur eldri løg, ið vit kenna.

Sjálv greiðir Eivør frá, at nýggja útgávan nokk er hennara mest fjølbroytta og eksperimenterandi útgáva higartil. Hon lýsir tónleikin sum eina symfoniska rúmdar opera blandað saman við einum myrkum, elektroniskum “beat” heimi.

Frá mikumorgninum kl. 11 kanst síggja video her https://www.youtube.com/watch?v=MRtbNzAlD18 og fáa ein forsmakk upp á tað, tú kanst vænta tær til konsertina.

Atgongumerkir til konsertina kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum NLH.fo