Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2024 12:04

Eitt sindur um skúlasamstarv

Mynd: Eyðun á Lakjuni varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu

Lesarabræv

Nú samstarvið um framhaldsdeild ímillum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu er komið alment á breddan aftur, fari eg at koma við nøkrum viðmerkingum.

Samstarvið er gamalt, og í meira enn seksti ár hava børn og ung úr Leirvík og Gøtunum koyrt til Fuglafjarðar í framhaldsdeild. Nøgdin við skúlan hevur fyri tað mesta verið sera góð, og samstarvið millum kommunurnar gott. Fyri eini 10 til 15 árum síðani var ein ávís misnøgd – m. a. um útboð av lærugreinum og so eisini við, at foreldur uttan fyri Eiðið kendu ov lítla ognarkenslu í skúlanum í Fuglafirði. Eg minnist t.d., at tá ið “Reyði skúli” – tað er tann frá 2004 við serstovunum – var tikin í nýtslu, vóru fólk eitt sindur misnøgd um, at tey ikki vóru hoyrd. Tað er altíð gott og sunt við kunning og hoyringum, og ivaleyst kundi tað verið gjørt betri tá. Viðvíkjandi lærugreinaútboðnum varð beinanvegin gripið inn, og kommunan hevur síðani verið við til at fíggja nøkur “kreativ fak” í 8. og 9. flokki, eitt nú tónleik og motorlæru. Hesi hava verið til sera stóra gleði á skúlanum.

Í 2014, 2015 og í 2016 blivu ikki færri enn 3 stórar og umfatandi kanningar gjørdar, sum allar so ella so vístu, at samstarv er vegurin fram.

Kanningin frá 2015 skuldi lýsa fyrimunir og vansar við einum felags skúlabygnaði ímillum Fuglafjarðar og Eysturkommunu. Tey, sum arbeiddu við hesi kanning, vóru umboð úr báðum kommununum. Niðurstøðan frá tí kanningi sigur: 

“Fyri at gagnnýta verandi læraratilfeingi og verandi skúlahøli best møguligt, metir bólkurin, at ein felags bygnaður og ein lutvís samanlegging av árgangum hevði verið skilagóð. Um ongar broytingar vera gjørdar í verandi staðseting av næmingum, so metir verkætlanarbólkurin ikki, at ein felagsbygnaður er skilagóður. Tá er eins gott, at kommunurnar halda fram sum nú við tveimum skúlum og tveimum leiðslum, men formalisera samstarvið um framhaldsdeildina øðrvísi, so tryggjast kann felags ábyrgd og ognarkensla.” Altso – kanningin sigur, at vit eiga at formalisera samstarvið øðrvísi, so tryggjast kann felags ábyrgd og orgnarkensla. Júst tað, sum fólk frammanundan høvdu ynskt og sóknast eftir.

Arbeiðssetningurin fyri kanningina  árið eftir – altso í 2016 var soleiðis yvirorðnað: “at lýsa møgulig samstørv við Runavík ella Klaksvík”.  Úr niðurstøðuni frá hesi kanning, hvørs arbeiðsbólkur allur var úr Eysturkommunu lesa vit m.a.:   

“Samanumtikið vísir kanningin, at tað er møguligt at samstarva um framhaldsdeildina, bæði við Runavík og Klaksvík. Við grundarlagi í kanningini, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, er tó ilt at síggja eyðsýndar fyrimunir í hesum samstarvsmøguleikum, í mun til verandi samstarv við Fuglafjørð. Tó gevur eitt møguligt samstarv við Klaksvíkar kommunu helst tann fyrimun, at tað ikki verður neyðugt við íløgum hjá Eysturkommuna fleiri ár frameftir. Tað er týdningarmikið at hava í huga, at møguleikarnir fyri eini framtíðar framhaldsdeild so ella so koma at gerast úrslit av samráðingum millum Eysturkommunu og eina ella fleiri aðrar kommunur.”

Hesar niðurstøður, sum eru sitat úr kanningum, bílagdar av Eysturkommunu, eru grundarlagið fyri  loysnini við “Framvit”. Ígjøgnum samráðingar ímillum kommunurnar báðar kom síðani úrslitið. Fyrst varð avtala um formaliserað samstarv undirskrivað í Ribarhúsi 31. august 2017 (sí leinki) (kvf.fo), og harnæst varð útgreinaður sáttmáli undirskrivaður av borgarstjórunum báðum  saman við skrivarunum. Hetta var 7. juli í 2019. Sama dag verður sáttmálin eisini góðkendur í Landstýrinum av landstýriskvinnuni. 

Í január 2021, ella hálvtannað ár seinni kemur nýtt býráð til í Eysturkommunu, sum ikki vil kennast við undirskrivaða sáttmálan. Stóri knúturin er, at kommunan ikki er sinnað at gera íløgu inni í aðrari kommunu, hóast tað, at undirskrivaði sáttmálin greitt sigur hvussu farast skuldi fram tí viðvíkjandi.  

Í grein 9 í sáttmálanum um Framvit stendur soleiðis: “Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna bera í felag kostnaðin av framtíðar íløgum í “64 skúlan”. Íløgurnar verða lutaðar millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu soleiðis, at hvør kommuna útvegar sín prosentvísa part av íløguni við støði í næmingatalinum í einstøku kommununi í mun til samlaða næmingatalið í báðum kommunum frá 1. til 9. flokk, sum verður uppgjørt pr. 1. januar tað árið, íløgan verður framd.” Sitat endað. Tað  býtið er uml. 60 % til Eyk og 40% til Fk. Tann 11. juni í 2020 samtykti ein samd nevnd í Framvit at umbyggja (renovera) sokallaða 64 skúlan – tað er skúlin, har framhaldsdeildin hevur heimastovur. Hetta var ein íløga uppá 54 mill. kr. Útreiðslurnar skuldu deilast eftir áðurnevnda prosentbýti, t.v.s., 32,4 mill. kr til Eyk og 21,6 mill. kr. til Fk. 

Havast skal sjálvandi í huga, at Fuglafjarðar kommuna júst hevur bygt ein nýggjan barnaskúla á uml. 4200 fermetrar fyri uml. 128. mill. kr. við fleiri serstovum og nógvum felagsøki. Av hesum 4200 fermetrunum verða á leið 2500 fermetrar eisini nýttir til hádeild, og eru sjálvandi heilt frá byrjan hugsaðir inn í tekningarnar  sum ein partur av eini stórari framhaldsdeild við næmingum frá báðum kommununum.

Sum sagt, so vildi nýggja býráðið í Eyk ikki kennast við fíggjarliga partin av sáttmálanum. Síðani  tá hava nógvir fundir verið í Framvit, har vit hava samráðst um júst  hetta.  Ynski frá Eysturkommunu um uppsøgn av sáttmálanum kemur tann 7. juli 2023 í telduposti til Fuglafjarðar kommunu. Hendan uppsøgn kemur meðan kommunustjórarnir báðir sita og arbeiða við einum uppleggi  ella semju til býráðini at taka støðu til. Hetta varð sostatt ikki til nakað.

Seinasta uppskotið frá Fk var, at Eyk rindaði 1,4 mill. kr. um árið í 16 ár, t.v.s., 22,4 mill. kr. av einum kostnaði, sum nú varð mettur til 65 mill. kr. Hetta er upphædd, ið liggur tætt uppat uppskoti, ið Eyk áður var komin við. So – tá ið býráðslimir í Eysturkommunu siga, at vit ikki hava flutt okkum, er hetta sjálvandi ósannindir. Og eg vóni ikki, at tað eru upplýsingar, ið eru havdir á lofti á borgarafundi. Vit hava – tá ið tað kemur til fígging av skúlanum – flutt okkum frá, at Eyk. skuldi gjalda 60% av íløguni av 64 skúlanum niður í 34,5%. Tá hava vit als ikki hugsanir um at krevja nakað  sum helst fyri teir 2500 fermetrarnar av teimum 4200 í nýggja skúlanum, ið kostaði okkum 128 mill. kr. at byggja, og sum verða nógv nýttir av allari framhaldsdeildini.

Vit hoyra so onki um hetta seinasta uppskotið, og tað næsta vit síðani frætta er, at Eysturkommuna er farin í holt við at gera kanning, ið skal lýsa møguleikarnar við at gera egna framhaldsdeild. 

Hetta var møguliga ein nakað ov langdrigin søgulig gongd av málinum. Kanska eru tó nógv, sum ikki kenna hana og eru áhugað í henni. Restina av søguni kenna vist tey flestu.

Niðurstøðan í nýggju kanningini hjá Eysturkommunu sigur allarfyrst, at: “Tað ber til” og eg sigi, at sjálvandi ber tað til. Tað visti eg eisini frammanundan. Tað ber eisini til at gera eina framhaldsdeild  á Skála, um tú ynskir tað ella í Rituvík, men stóri spurningurin er, um tað er betri fyri einstaka næmingin. Og mítt svar er greitt NEI. Tað verður á so nógvum økjum verri. Bæði fakliga við tað, at lærarakreftirnar vera færri og harvið veikari, færri tímar verða játtaðir, harnæst vera færri næmingar at velja kreativu lærugreinarnar, sum harvið allarhelst detta niðurfyri, tá holdini verða so smá – tað er ein skandala í mínum hugaheimi – og so sigur niðurstøðan í nýggju kanningini tað so sera væl, tá ið tað kemur til sosiala partin, og eg siteri:

“Kanningararbeiðið hjá bólkinum hevur greitt víst, at sosiali parturin við at koma saman við øðrum á eini størri framhaldsdeild hevur stóran týdning. Starvsfólk og næmingar hava víst á, at tá ið tú kemur í nýggja umhvørvið, skapar hetta ein nýggjan og gevandi felagsskap. Hetta verður størsti missurin, velur Eysturkommuna at skipa egna framhaldsdeild. Heldur ikki eru nøkur tekin funnin um, at verandi framhaldsdeild ikki virkar til fulnar.” Sitat endað.

Frá at hava eina sterka og innihaldsliga sera góða framhaldsdeild, sum í grundini øll – ella næstan øll eru nøgd við, ætlar mann nú at gera 2 framhaldsdeildir, sum púra sjónligt vera veikari báðar tvær á so mangan hátt.

Men bólturin liggur hjá landstýrismanninum. Kann tað bera til at sleppa burturúr slíkum sáttmála, orsakað av, at mann ikki vil leggja nakrar krónur í aðra kommunu?  Fer landstýrið at góðtaka tað? Um so verður, fer nakar kommunustýrislimur í Føroyum nakrantíð at góðtaka at gera eina íløgu í aðrari kommunu? Fer nakar býráðslimur í Fuglafirði at góðtaka at brúka skattaborgarans pening úr Fuglafirði at gera eitt demensheim í Norðagøtu, sum ivaleyst liggur nógvum á hjarta. Ja, eg spyrji bara.!

Sum sagt – bólturin liggur hjá landstýrismanninum – vit siga so ongan sáttmála upp, men eru sjálvandi til reiðar at samráðast víðari og at finna loysnir.

Og bóturin liggur stadivekk hjá landstýrismanninum, og vit sum minnast hann frá góðu NSÍ døgunum, vit  vita, at hann kundi hava nakrar heilt elegantar driblingar og skot.

Eg vóni, hann skýtur bóltin í tað málið, sum eitur samstarv, og sum sigur, at vit virða  undirskrivaðar sáttmálar – eisini um vit skulu laga teir eitt sindur til, tí, tað skal ongin ivi vera um, at eg harmist stórliga – næminganna vegnað, at vit heldur enn at styrkja samstarvið á hesum øki, velja at gera tvær veikari eindir, sum fyri landið verða dýrari at reka. Nei, tað kann Landstýrið ikki fara at góðtaka. 

Eyðun á Lakjuni

varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu