Lesarabræv
Í ólavsøkufrágreiðingini hjá løgmanni stendur, at bygningskunngerðin skal endurskoðast og dagførast.
Tað átti at verið gjørt fyri langari tíð síðani. Ongin bygningskunngerð er fullkomin, og eftir fleiri ára royndum eru ásetingar, sum eiga at verða endurskoðaðar. Men broytingar eiga at byggja á fakliga vitan og royndir – ikki á túnatos.
Seinastu tíðina hevur verið ført fram, at BK17 ikki er gjørd eftir føroyskum viðurskiftum. Tað er ein pástandur, sum hevur verið endurtikin so ofta, at hann er blivin sannleikin fyri summi.
Longu í 2009 samtykti politiska skipanin virkisætlanina Skjótt syftir seiðir. Har varð avgjørt, at nýggir bygningar skuldu brúka munandi minni orku. Málið var at seta krøv til bjálving, luftskifti og samlaða orkunýtslu, samstundis sum eitt ógreitt og ótíðarhóskandi regluverk skuldi endurskoðast og savnast í eina felags bygningskunngerð.
Ein arbeiðsbólkur við fólkum úr kommunum, myndugleikunum og vinnuni setti sær fyri at hyggja eftir, hvussu okkara grannalond høvdu loyst somu avbjóðingar. Semja var í bólkinum um at taka støði í donsku bygningskunngerðini, sum longu var tað regluverkið, flestu føroyskir ráðgevarar og byggimyndugleikar kendu og arbeiddu eftir.
Ja, BK17 byggir á donsku bygningskunngerðina. Tað er hvørki ein loyna ella ein trupulleiki. Hon er lagað til føroysk viðurskifti, og sum heild hevur hon riggað væl. Tað man vera fáur, sum í álvara ynskir okkum aftur til tíðina undan BK17 – til ein vavgreyt av gomlum, heimagjørdum og ósamskipaðum ásetingum, sum ikki bara vóru truplar at tulka, men í summum førum eisini vóru beinleiðis í mótstríð við hvørja aðra. Úrslitið var alt ov ofta eitt eljustríð millum byggiharrar, projekterandi og myndugleikar um, hvør tulking var tann rætta.
Tað verður ofta sagt, at orkuparturin í BK17 byggir á danskt veðurlag. Tað er ikki rætt. Orkukarmurin var ásettur grundað á føroyskar veðurdátur, sum vóru tøkar fyri 15 árum síðani. Útrokningarforritið er danskt, men fortreytirnar eru føroyskar. Tað liggur eitt drúgt kanningararbeiði sum grund fyri orkukarminum, sum táverandi SBI (Statens Byggeforsknings Institut) stóð fyri saman við føroyskum serfrøðingum.
Eisini hoyrist javnan, at BK17 byggir á eitt dimensjónerandi uttandurahitastig upp á minus 30 °C. Tað er skeivt. Á blaðsíðu 87 í BK17 stendur greitt: “Dimensjóneraða uttandura hitastigið fyri Føroyar er sett til -5 °C.”
Kjakið eigur at taka støði í tí, sum veruliga stendur í kunngerðini.
Annars er at siga, at fólk langt síðani hava funnið út av, at tað loysir seg at bjálva og hava leingi gjørt tað av sínum eintingum og orkukarmurin er sjáldan ein avbjóðing.
At siga, at vit eftirapa donsku orkukrøvunum, er eisini at taka munnin ov fullan. Í Danmark hava tey lækkað orkukarmin, so hann nú er ein triðingur av tí, sum hann var, tá vit ásettu okkara orkukarm. Harumframt eru tey farin víðari enn tað. Nú verður eisini dentur lagdur á samlaða CO₂-útlátið, tá bygt verður – ikki bara orkunýtsluna, men eisini frá byggitilfarinum, framleiðsluni, flutninginum og lívsringrásini hjá bygninginum. Meðan nøkur halda, at okkara krøv eru ov strong eru nógv, sum halda at vit eru eftirbátar, tá tað kemur til CO₂-útlát frá okkara bygging.
Hvussu langt Føroyar skulu ganga á hesum øki, er ein politisk avgerð. Men byggivinnan hevur tørv á einari greiðari og støðugari kós. Lat okkum tí endiliga kjakast um BK17. Lat okkum kjakast við støði í fakta og royndum heldur enn gitingum og túnatosi.
Rúni Abrahamsen, arkitektur