Mynd: Bezzerwizzer
Eftir fleiri hundrað fyrispurningar, hava vit gjørt av at endurprenta Bezzerwizzer á føroyskum. Tað er ómetaliga kostnaðarmikið at endurprenta, men tá so nógv fólk hava vent sær til okkum, so halda vit at tað er uppá pláss at gera tað.
Um umleið 4 vikur, verður møguleiki fyri at keypa sær Bezzerwizzer á føroyskum á okkara nethandli – leveringin verður tó seinni. Spølini koma til landið í mai ella juni mánaða í ár og tey sum hava keypt sær spælið áðrenn, fáa spølini áðrenn tey fara í handlarnar. Um tað verður stórur eftirspurningur, so kann tað blíva útselt enn einaferð og hesaferð verður spælið ikki endurprenta einaferð afturat, so tað ræður um at gera skjótt av.
