Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.08.2023 16:23

Aftur eitt lágtflúgvandi hernaðarflogfar yvir Føroyum

Mynd: Jórun Pólsdóttir

So hendi tað aftur. Í dag var aftur eitt hernaðarflogfar at síggja, sum fleyg sera lágt yvir Skálafjørðinum og aðrastaðni runt Eysturoy. Nakað sum hevur ørkymla fólk og gjørt tey bangin í hesum hernaðartíðum.

Fólk sum Eysturoyarportalurin hevur tosa við, siga, at flogfarið fleyg merkiliga lágt yvir kanónini á Nesi og yvir sethúsunum har á leiðini.

Sum sagt, so er hetta ikki fyrstu ferð at hetta hendir. Síðsta ár var Eysturoyarportalurin fyrst við tíðindunum, at eitt hernaðarflogfar fleyg sera lágt inn gjøgnum Skálafjørðin. Les meira her

Enn er ikki víst hvat flogfarið gjørdi og hví tað var so lágtflúgvandi.

Mynd: Jórun Pólsdóttir