Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.10.2026 15:15

Ein sparing á 15 milliónir sum gevur meining

Lesarabræv

Samgongan ætlar at knúsa okkara uttanlandstænastu sundur, og spara 7,5 milliónir afturfyri. Men eg kann avdúka, at mann kann faktiskt spara tað tvífalda – 15 milliónir – á fíggjarlógini, uttan at oyðileggja okkara uttanríkispolitikk.

Tað var ikki vanligt at, uttanríkispolitikkur skuldi førast útfrá eini einstakari fíggjarlóg, men mann má staðfesta, at fíggjarlógin fyri 2027 í stóran mun setur uttanríkispolitisku kósina hjá hesi samgonguni, um har yvirhøvur er nøkur kós.

Tí kósin er uttan mál og mið.

Til framløguna av fíggjarlógini kom fram í tíðindaskrivi frá Uttanríkis- og Fiskimálaráðnum beint eftir, at samgongan ætlaði at niðurlaga uttanríkistænastuna, og lata Moskva og Tel Aviv aftur, og leggja London undir Brússel. Hetta skuldi spara landinum 7,5 milliónir.

Tað er undrunarvert, at samgongan rópar um víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir, og samstundir avviklar okkara uttanlandstænastu.

At lata Moskva aftur kann eg skilja. Vit mugu gera eina strategiska exit úr okkara samstarv við Russland. Russland er ein hóttan móti evropa, og diplomatisku viðurskiftini millum vesturheimin og Ruslland fara ikki at normaliserast í nærmastu framtíð. Tí kann og skal hon niðurleggjast.

Men at koyra London undir Brússel gevur fyri tað fyrsta onga meining, við tað at Stóra Bretland ikki eingongd er ein partur av ES. 

Harafturat er tað eitt ófatiliga óheppið signal at senda til okkara nærmastu grannar. Bretland bjargaði okkum frá Nasistunum, vit hava eitt sterkt tilknýti til okkara brøðratjóð í sunnan, møguleikarnir fyri handilssamstarv er ovurhonds stórir og sendikvinnan var og vitjaði løgmann so seint sum í síðstu viku, eins og vit sóu bretskar hermenn venja á landi í Føroyum fyri fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga. Tað hevði verið ein dáragerð at niðurlagt London.

Og so er tað Tel Aviv, sum einans var sett á stovn vegna politiska stevnumið Miðfloksins. Ikki eitt serliga haldgott grundarlag fyri ein breiðan føroyskan uttanríkispolitikk.

Men so hendur okkurt óvæntað – løgmaður fer út og slær fast, at Fólkaflokkurin er MÓTI at lata aftur sendistovuna í Tel Aviv. Hetta hóast løgmaður hevur nikkað til eitt fíggjarlógaruppskot, har lagt verður upp til, at hon letur aftur.

Eitt er, at løgmaður sigur seg vera móti nøkrum, hann sjálvur má hava góðtikið onkrastaðni í tilgongdini.

Men tað er samstundis djúpt óseriøst av landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, at tveita lagnuna hjá sendistovunum niðan í Løgtingið, uttan at hann hevur ein meiriluta í tinginum aftanfyri seg.

Sendistovurnar mugu vera støðugar og væl rótfestar í politisku skipanini. Nú eru tær ein vornar ein almenn kastibløka millum samgonguflokkarnar. Men løgtingið er ikki samt, ikki eingongd samgongan er samd.

Hvussu skulu onnur taka okkum í álvara, um vit ikki taka okkum sjálvi í álvara?

Og hvar er løgmaður? Hann má hava nikkað ja til fíggjarlógina, um ikki, so hava vit ein uppaftur størri trupulleika við stýringini her í landinum.

Og eg kundi gott hugsað mær at hoyrt, hvar Javnaðarflokkurin er í hesum her. Tey hava leingi vilja niðurlagað sendistovurnar, og tey hava fyrr lagt uppskot fram um at fíggja átøk við at steingja Tel Aviv. Men nú er onki at hoyra frá teimum.

Eg haldi at hetta er sera illa handfarið av landsstýrismanninum, og um samgongan ikki finnur eina loysn, so fari eg at leggja uppskot fram, sum kann bjarga óskilinum. Loysnin er at gera eitt broytingaruppskot har mann letur aftur Sendistovuna í Keypmannahavn, sum einsamøll kostar meira enn Moska, Tel Aviv og London kosta tilsamans. Ein og hvør kann síggja at ein sendistova í Danmark er púra meiningsleyst.

Við hesari loysnini bjarga vit London, meðan vit lukka Tel Aviv, Moskva og Keypmannahavn, uttan at tað skal ganga útyvir okkara uttanríkispolitisku strategi. Og vit høvdu spart 15 milliónir í einum høggi. 

Bjarni Kárason Petersen

Løgtingsmaður