Lesarabræv
Hummarafiskararnir hava í meira enn 20 ár ávarað um deyðan hummara, mistar veiðileiðir og dálking frá alivinnuni. Veiðuhagtølini vísa eina minking upp á 42,5 prosent, og vísindalig gransking hevur staðfest, at avlúsingarevni drepa onnur krabbadjór. Men tá fiskimenninir royndu at kanna sambandið, fingu teir nokta innlít í upplýsingarnar um kemisku viðgerðirnar.
Hummarin doyði í Árnafirði
Summarið 2014 tóku hummarafiskarar rúsur í Árnafirði og Hvannasundi. Hummarin var deyður. Heldur einki annað livandi var í rúsunum. Hetta var so mikið álvarsamt, at Havstovan fór at kanna súrevnisviðurskiftini í firðunum í Norðoyggjum.
Mátingarnar vístu, at súrevnisfátøk botnløg vóru í fleiri firðum. Í Árnafirði var støðan frægari, tá kanningarnar vórðu gjørdar, men eisini har vóru ábendingar um eitt avlæst botnlag. Soleiðis greiddi Kringvarpið frá 16. juli 2014.

Poul Eiden Müller, hummarafiskari í Árnafirði, beinir burtur deyðan hummara, sum hann hevur fingið í rúsurnar.
Tað var tó ikki fyrstu ferð, at hummarafiskararnir gjørdu vart við trupulleikar. Hummarafelagið sigur seg hava sæð broytingar í hummaraveiðuni heilt aftur til ár 2000. Felagið hevur í meira enn tvey áratíggju ført fram, at alingin hevur tikið góðar veiðileiðir, dálkað botnin við skarni og fóðurleivdum og latið avlúsingarevni út í firðirnar, har hummarin livir.
Hvat vita vit verðuliga um avleiðinganir av avfallinum hjá alivinnuni? – Hví tað hevur verið so trupult hjá fiskimonnunum at fáa tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kanna tær.
Hummaraveiðan minkað 42,5 prosent
Hummarafelagið hevur savnað hagtøl um føroysku hummaraveiðuna heilt aftur til 1947. Tølini vísa eina munandi broyting í veiðuni eftir aldarskiftið.
Í tíðarskeiðnum 1982–2000 vórðu í miðal fiskað 72,2 tons av hummara um árið. Í tíðarskeiðnum 2001–2025 var miðalveiðan bert 41,5 tons. Tað er ein minking upp á 42,5 prosent.
Samstundis er parturin av kvotuni, sum ikki verður fiskaður, vaksin úr 10,6 prosentum til 48,6 prosent. Hummarafiskararnir hava sostatt ikki megnað at fiskað nær námind somu nøgdir sum fyrr, hóast stórur partur av kvotuni stendur eftir.
Virgar Fagraklett, sum í nógv ár hevur umboðað Hummarafelagið, heldur, at tríggjar orsøkir eru til minkingina: mistar fiskileiðir, versnandi liviumstøður vegna skarn og fóðurleivdir og skaðar frá avlúsingarevnum. Hann metir, at avlúsingarevnini hava gjørt størsta skaðan.

Hummarar verða veiddir í nógv minni nøgdum enn áður. Árliga miðalveiðan er minkað 42,5 prosent millum tíðarskeiðini 1982–2000 og 2001–2025. Grafurin vísir samlaðu veiðuna og tekur ikki hædd fyri broytingum í veiðuorku. Kelda: Hummarafelagið Føroyar.
Tølini prógva ikki einsamøll, at alivinnan hevur elvt til minkingina. Veiðuorka, fiskidagar, stovnsbroytingar og onnur viðurskifti kunnu eisini hava týdning. Fiskirannsóknarstovan vísti longu í 1998 á trupulleikar við hummarastovninum. Men tann stóra minkingin og tað, sum fiskimenninir hava eygleitt í teimum einstøku firðunum, eru haldgóðar orsøkir til at kanna sambandið nærri.
Hummarafelagið hevur roknað virðið av ófiskaðari kvotu síðan ár 2000 til umleið 100 milliónir krónur. Útrokningin byggir á 981.607 kg av ófiskaðari kvotu, faldað við einum kiloprísi upp á 101 krónur frá 2022. Hetta er ein meting av veiðuvirði, ikki eitt staðfest fíggjarligt tap, sum einsæris kann leggjast alivinnuni til last.
Men fyri eina lítla vinnu er talan um stór virði.
Hydrogenperoksid – Ódiskriminera viðgerð fyri øll krabbadjór
Tá Hummarafelagið skal greiða frá, hví veiðan er minkað, verður serliga eitt evni nevnt: hydrogenperoksid (H₂O₂).
Hydrogenperoksid hevur verið nýtt til baðiviðgerðir móti lakslús. Evnið er sterkt oxiderandi og skaðar livandi vevnað. Lakslúsin er sjálv eitt krabbadjór, og tað er tí náttúrlig avleiðing, at ein viðgerð, sum er ætlað at raka lúsina, eisini kann skaða onnur krabbadjór í sjónum.
Í einum svari til mín greiðir Virgar Fagraklett frá, at fiskimenninir sóu avleiðingarnar stutt eftir avlúsingar.
Hann nevnir serliga Árnafjørð, Haldórsvík og Hvannasund, har teir sambært honum hava sæð hummara, sum annaðhvørt var deyður í rúsunum ella hvørva úr økjunum dagarnar eftir viðgerðir.

Hydrogenperoksid á bryggjuni í Norðdepli. Tangarnir eru merktir UN 2014, sum er vandamerking fyri hydrogenperoksidloysn.
Hesar eygleiðingar staðfesta ikki í sjálvum sær, at hydrogenperoksid var deyðsorsøkin. Men tær eru ítøkiligar, og tær lýsa júst tann slagið av ávirkan, sum seinni vísindaligar kanningar hava staðfest kann henda hjá øðrum krabbadjórum.
Í 2019 almannakunngjørdu Renée Katrin Bechmann og starvsfelagar hjá norska granskingarstovninum NORCE eina kanning av árinunum frá hydrogenperoksidi á norðhavsrækjur (Pandalus borealis).
Granskararnir útsettu rækjurnar fyri viðgerðarvatni, sum var úttynnt í ymiskum styrkjum. Við einari styrki upp á 1,5 mg/L, svarandi til eina túsundfalda úttynning av viðgerðarstyrkini hjá laksi, doyðu 33 prosent av rækjunum eftir tríggjar tveir-tíma útsetingar tríggjar dagar á rað.
Deyðiligheitin kom ikki altíð beinanvegin, men 2–4 dagar eftir fyrstu útsetingina. Eisini vórðu skaðar á táknunum staðfestir, og rækjurnar, sum yvirlivdu, høvdu munandi minni føðuinntøku.
Hetta er serliga álvarsamt, tí ein rækja kann yvirliva sjálva útsetingina, men kortini fáa skaðar, sum ávirka hana dagarnar eftir.
Granskararnir vístu harumframt á, at viðgerðarvatn við skaðiligum styrkjum undir ávísum streymviðurskiftum kann røkka meira enn ein kilometur frá einum alibrúki.
Kanningin var gjørd við rækjum og ikki við føroyskum jomfrúhummara (Nephrops norvegicus). Hon sigur heldur ikki, at allar viðgerðir hava slíkar avleiðingar. Men hon staðfestir, at hydrogenperoksid kann vera deyðiligt fyri onnur krabbadjór, eisini eftir munandi úttynning.
Og tað er ein grundgeving, sum ikki kann skúgvast til viks.
Túsundtals tons av hydrogenperoksidi
Hvussu nógv av hesum evninum hevur føroyska alivinnan so nýtt?
Sambært upplýsingum, sum Kringvarpið almannakunngjørdi í september 2018, varð nýtslan í Føroyum 4.900 tons í 2014 og 1.448 tons í 2017.
Nýtslan var sostatt munandi minkað í hesum tíðarskeiðnum. Samstundis hevði alivinnan í Føroyum og Noregi havt trupulleikar við, at lakslúsin menti mótstøðuføri móti fleiri kemiskum viðgerðum.
Hetta reisir ein grundleggjandi spurning: Hvat hendir við øðrum krabbadjórum í fjørðinum, tá lúsin verður mótstøðufør, men viðgerðirnar framvegis verða nýttar?
Hydrogenperoksid verður niðurbrotið til vatn og súrevni, og hetta hevur ofta verið nýtt sum grundgeving fyri, at evnið er lutfalsliga óskaðiligt fyri umhvørvið. Men “forholdsvís” skjót niðurbróting merkir ikki, at evnið ikki kann gera skaða, áðrenn tað er niðurbrotið.
Kanningin hjá Bechmann og starvsfeløgunum vísir júst, at sjálvt stutt útseting kann hava seinkaðar avleiðingar. H₂O₂ er ikki eitt hópoyðingarvápn í bókstavligari merking, men sum myndbering lýsir orðið ein álvarsaman vanda: Viðgerðin kann raka nógv meira enn tað skaðadýrið, hon er ætlað at drepa.
Tá stórar mongdir av slíkum evnum verða brúktar í opnum sjóøki, eigur almenningurin at kunna fáa greiða vitan um, nær viðgerðirnar fóru fram, hvørjar nøgdir vórðu nýttar og hvørji øki kundu verða ávirkað.
Hesar upplýsingar royndu hummarafiskararnir at fáa – uttan úrslit í 2016.
Noktaðu hummarafiskarunum innlit í avlúsingarevnini
Tann 15. november 2016 sendi Virgar Fagraklett vegna Hummarafelagið eina innlitsumbøn til Landsapotekaran.
Felagið bað um hagtøl yvir slag og nøgd av avlúsingarevnum, sum vóru nýtt á teimum føroysku firðunum, har hummari heldur til. Teir vildu hava upplýsingarnar so langt aftur í tíðina sum gjørligt, helst fyri hvønn fjørð sær.
Endamálið var greiðiliga orðað í umbønini: Felagið hevði tørv á hagtølunum til sína egnu kanning av møguligum sambandi millum avlúsingarevni og minkandi hummaraveiðu.
Dagin eftir, 16. november 2016, svaraði Apoteksverkið, at innlit ikki fór at verða givið, so leingi eitt annað mál um somu upplýsingar ikki var endaliga loyst. Víst varð til undantaksreglur í innlitslógini.
Hummarafelagið kærdi avgerðina til Løgtingsins umboðsmann, men klagan førdi ikki til innlit, tí kæruleiðin til aðalráðið ikki var troytt.
Tað mest áhugaverda er, at Løgtingsins umboðsmaður longu 29. september sama ár hevði viðgjørt eitt annað mál um innlit í heilivágsnýtslu í alivinnuni.
Har hevði umboðsmaðurin funnist at, at myndugleikarnir ikki høvdu gjørt eina nøktandi sjálvstøðuga meting av, um útflýggjan av upplýsingunum veruliga kundi elva til fíggjarligan skaða hjá alifyritøkunum.
Umboðsmaðurin bað tí Heilsu- og innlendismálaráðið taka tað málið upp aftur.
Í 2018 varð síðan játtað innlit í samlaðu heilivágsnýtsluna aftur til 2005. Men innlit í upplýsingar býttar eftir einstøkum alibrúkum og firðum var ein sjálvstøðugur spurningur, sum ikki varð loystur við teirri avgerðini.
Hetta er kjarnin í málinum: Hummarafiskararnir vildu kanna, um kemiskar viðgerðir í alivinnuni kundu hava samband við tað, sum teir sóu í sínum rúsum. Til tess høvdu teir tørv á staðbundnum upplýsingum. Tað var ikki nóg mikið at vita, hvussu nógv evni varð nýtt í øllum Føroyum tilsamans.
Hvussu skulu fiskimenn, granskarar og almenningurin kunna eftirkanna møgulig umhvørvisárin, um neyðugu upplýsingarnar um útlát og viðgerðir ikki eru atkomuligar?
Tá talan er um evni, sum kunnu vera deyðilig fyri djór í okkara felags sjóøki, eigur gjøgnumskygni ikki at vera eitt undantak. Tað eigur at vera regulin!
Fjøðurin er lívsgrundalagi – ikki ein kemiskur køstur
Evnafrøðilig ávirkan er tó bert ein partur av søguni hjá hummarafiskarunum.
Hummarin livir í holum á mórubotni, og góðar hummaraleiðir eru ikki javnt býttar um ein fjørð. Tá aliringar, akker og veirar verða løgd út á eitt gott hummaraøki, kann tað gera stóran mun fyri fiskiskapin, hóast aliøkið bert fevnir um ein lítlan part av samlaðu víddini.
Hetta hevur Poul Eiden Müller og aðrir hummarafiskarar á Árnafirði ført fram í nógv ár.
Í februar 2014 greiddi Kringvarpið frá, at Poul Eiden Müller og Finn Jacobsen høvdu kært eina avgerð um at flyta aliringar hjá Bakkafrosti út á eitt gott hummaraøki. Sambært Hummarafelagnum fóru fiskimenninir at missa umleið helvtina av tí økinum, har hummari var at fáa.
Vinnukærunevndin metti hinvegin, at hummaraveiðan bert í lítlan mun varð ávirkað, tí fiskimenninir framvegis kundu fiska á øllum fjørðinum.
Men tað er júst her, at sjónarmiðini renna saman. Ein fjørður kann hava nógvar fermetrar, men hummarin livir ikki á øllum fermetrunum.
Virgar Fagraklett lýsir eisini, hvussu hummaraveiðan á Tangafirði sambært hansara royndum kom fyri seg aftur, tá alingin við Selatrað hevði verið burtur í nøkur ár. Eftir at aliringar vórðu lagdir út aftur, fall veiðan sambært honum niður í helvt eftir einum ári.
Hetta er ein eygleiðing, sum eigur at verða kannað við søguligum veiðutølum og upplýsingum um alingina. Hon er ikki sjálvstøðugt prógv um orsakasamband, men hon er nóg ítøkilig til, at hon ikki eigur at verða skúgvað til viks.
Í 15 ár hava teir kravt at verða hoyrdir
Skjøl frá Løgtingsins umboðsmanni vísa, at Hummarafelagið longu í 2011 kærdi um aling á hummaraleiðum og vantandi atlit til hummarafiskiskapin.
Í 2012 vísti umboðsmaðurin á, at hummarafiskiskapur beinleiðis er nevndur í viðmerkingunum til alilógina, har myndugleikarnir skulu taka atlit til aðra nýtslu av økinum, tá aliloyvi verða givin.
Í mars 2016 kærdi Hummarafelagið aftur, hesa ferð tí felagið ikki varð hoyrt, tá Umhvørvisstovan gav umhvørvisgóðkenningar til aling í firðum við hummaraveiðu.
Í svari frá 3. mai 2016 upplýsti umboðsmaðurin, at Umhvørvisstovan hevði ásannað, at Hummarafelagið helst átti at verið hoyrt, og at stovnurin framyvir ætlaði at hoyra felagið í slíkum málum.
Tíggju ár seinni, tann 20. august 2026, sendi advokaturin Djóni Thomassen vegna Hummarafelagið eitt umfatandi hoyringsskriv til Heilsufrøðiligu starvsstovuna um aliloyvini á Tangafirði.
Felagið krevur, at aling í opnum nótum verður tikin burtur av Tangafirði, tá verandi loyvi og framleiðsluumfør ganga út. Um tað ikki verður gjørt, krevur felagið, at djúpu mórurennurnar, sum fiskimenninir meta vera týdningarmikil uppvakstrarøki hjá hummaranum, verða hildnar fríar fyri aling.
Felagið krevur eisini óheftar lívfrøðiligar og umhvørvisligar kanningar, áðrenn nýggjar loyvisavgerðir verða tiknar.
Sostatt stríðist Hummarafelagið framvegis fyri somu grundleggjandi rættindum sum fyri 15 árum síðan: At teirra veiðileiðir verða vardar, at teir verða hoyrdir, og at myndugleikarnir kanna avleiðingarnar av alingini, áðrenn nýggj loyvi verða givin.
Hvør ber ábyrgdina fyri okkara firðum?
Vit vita, at hummaraveiðan er minkað munandi. Vit hava myndir og eygleiðingar frá fiskimonnum, sum hava fingið deyðan og sjúkan hummara í rúsurnar. Vit vita, at súrevnistrot hevur verið staðfest í føroyskum firðum, og vísindaligar kanningar hava prógvað, at fleiri avlúsingarevni kunnu skaða og drepa krabbadjór.
Tað, vit enn ikki hava endaliga staðfest, er, hvussu stóran part av minkingini í føroysku hummaraveiðuni vit kunnu leggja alivinnuni til last. Men vantandi endalig prógv um orsakasamband eru ikki tað sama sum prógv um, at eingin skaði er hendur.
Tá fiskimenn í fleiri áratíggju hava boðað frá trupulleikum, og tá gransking staðfestir, at evni frá alivinnuni kunnu hava álvarsamar avleiðingar fyri onnur krabbadjór, eigur samfelagið at taka ávaringarnar í álvara.
Tað eigur ikki at vera uppgávan hjá nøkrum fáum hummarafiskarum at fíggja og fremja allar tær kanningar, sum skulu til fyri at finna út av, hvussu ein milliardavinna ávirkar eitt felags náttúrutilfeingi.
Og tað eigur heldur ikki at vera neyðugt at stríðast í áravís fyri at fáa innlit í, hvørji kemisk evni verða brúkt í okkara firðum.
Tí er ikki bara neyðugt við meira gransking. Vit hava eisini ein brátørv at upplýsingar um viðgerðir, útlát og botnumhvørvi eiga at vera alment atkomuligar, soleiðis at sjálvstøðug eftirkanning er møgulig.
Fjørðurin er ikki bara eitt framleiðsluøki hjá alivinnuni. Hann er eisini livistaðið hjá hummaranum, arbeiðsplássið hjá hummarafiskaranum og eitt náttúrutilfeingi, sum vit øll eiga lut í.
Og um vit loyva evnum at verða latin út í hetta felags umhvørvið, eiga vit í minsta lagi at vita, hvat verður latið út, hvar tað verður latið út, og hvørjar avleiðingar tað kann hava.