Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.11.2026 10:34

Vælferðarstaturin er vorðin eitt pyramiduspæl

Sámal Sunnudag

Var í vikuskiftinum til bókaframløgu í Norðurlandahúsinum, har Javnaðarflokkurin legði stásiligu bókina “Reyði tráðurin – Javnaðarflokkurin 100 ár” fram. Ognaði mær sjálvandi bókina, tí føroysk politisk søga er eitt av mínum yndisevnum, og bókin hýsur nógvar góðar høvundar.

Javnaðarflokkurin hevur staðið sum høvuðsfortalari fyri at menna ein føroyskan vælferðarstat eftir norðurlendskari fyrimynd seinastu øldina. Ikki bert Norðurlond, men stórir partar av Europa hava síðani seinna heimskríggj ment sterkar – og dýrar! – vælferðarstatir, antin teir eru fíggjaðir gjøgnum almennar kassar ella arbeiðsmarknaðargrunnar. Vælferðarstatirnir vórðu bygdir upp, tá ið búskaparvøksturin var stórur og fólkatalspyramidan ung. 

Men nú eru “pyramiduspælini” kring Europa komin at enda, tó at støðan er verri í nøkrum londum enn øðrum. Vælferðarstaturin merkir, at arbeiðandi aldursbólkarnir skulu stuðla børnum, ungum og eldri – umframt teimum um miðjan aldur, ið onkursvegna ikki megna at arbeiða. Fleiri orsøkir eru til, at tað er vorðið trupult at fáa “pyramiduspælið” at ganga upp.

Les meira: Vælferðarstaturin er vorðin eitt pyramiduspæl

Spjaldur