Fimleikafelagið Støkk
Í sambandi við, at Fimleikafelagið Støkk fyllir 60 ár tann 23. novembur, verður almenn móttøka og bókaframløga í Bylgjuni mánadagin kl. 17.00.
Stórt arbeiði er lagt í at gera eina Støkkbók, sum greiðir frá fyrstu 60 árunum hjá felagnum. Bókin, sum Ingolf S. Olsen hevur skrivað og Helgi Jacobsen hevur ritstjórnað, er 350 síður. Bókin kostar 299 kr, men á stovningardegnum fæst hon signerað fyri 250 kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda henda stóra dagin saman við okkum
