ÍF skrivar:
Vit eru fegin at kunna boða frá, at Atli D. Petersen hevur longt sáttmála við ÍF í 2 ár.
Atli kann røkja pláss bæði í miðverjuni og sum vinstri bakkur.
Rituvíkingurin kom til Fuglafjarðar at spæla í 2025, og hevur síðani leikt 46 dystir og skorað 7 mál fyri ÍF.
Vit gleða okkum til at síggja Atla í reyðum og hvítum komandi árini!