Mynd: Savnsmynd
Fólk gjørdust ikki sørt fjálturstungin og ørkylma fyri løtu síðani, tá eitt stórt hernaðarflogfar fleyg sera sera lágt yvir Havnini og norður gjøgnum Skálafjørðin.
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til Politi, fyri at kannað hvat er á vási. Har verður sagt at talan er um eina hernaðarvenjing. Men kunnu ikki upplýsa hvat fyri hernaðarflogfar talan er um, ei heldur um hvat fyri tjóðskap talan er um.
Dagført: Talan er um eitt flogfar hjá bretska Royal Air Force, sum hevur havt hernaðarvenjing.
Deil á Facebook