Trúboðin
Nú barnalegur og familjulega hava verið í Nesvík, hugsi eg ofta um fyrstu tíðina á Kambsdali.
Í juni stóð í Trúboðanum at lesa um, hvussu tær byrjaðu. 3 legur við tilsamans 190 børnum fyrsta árið – nógv, tá hugsað verður um umstøður, ferðing – og hvussu fremmant tað var at fara á legu.
Eitt, sum var greitt beinanvegin, var, at ov trongt var í leguhúsunum. Framúr gott samstarv var við KFUM skótarnar, sum áttu húsini, og samrátt varð um, um at byggja uppí. Og í oktober 1967 stendur um legurnar í Kristeligt Ungmannablað: ”Tað er útlit fyri, at børnini komandi árini verða uppaftur fleiri. Og nú eru húsaviðurskiftini eisini nógvar ferðir betur. Skótahúsini eru mundandi vaksin. Hetta hava vinir av sunnudagsskúlanum gjørt. Við hesum gávum teirra hevur tað verið møguligt at bygt aftrat.”
Onkur man minnast legurnar í 1967. Tá vóru 5 legur. Tilbygningurin var ikki rættiliga liðugur til fyrstu legurnar, so nøkur børn svóvu í matsalinum. Tað gekk eisini! Veit ikki, um tað var longu tá, men higartil hevði bert 1 wc verið – í lítlum bygningi uttanfyri, so stór framgongd var, tá har blivu 2 wc! Uppaftur seinni komu wc inni í sjálvum bygninginum – fyrst bara ”turrklosett”.
Hvørt vár komu kvinnur út Fuglafirði og helst eisini Leirvík at gera klárt til legurnar: Gólvini vórðu skúrað og ferniserað, madrasbetrekkini vaskað, bøtt og eisini nýggj seymað. Tey høvdu keypt skúmgummimadrassir, haldi 3 cm tjúkkar, har 3 – 4 børn kundu liggja lið um lið. Føturnir stungu útum og við høvdalagið stóð taskan/kuffertið.
Sum sæst á onkrari mynd, var bert lítið tún rundanum húsini fyrstu árini, og vit gingu niðan eftir eini rás. So fóru menn undir at gera smalan veg niðan, so til bar at koyra. Men flestu bilar máttu setast niðri við vegin, til tað nógv seinni kom koyrivegur niðan.
Summartíðin í Føroyum byrjaði í 1980. Seinastu árini, foreldur míni stóðu fyri legunum, vóru 8 legur og altið 2 aftaná Ólavsøku. Pápi tosaði onkuntíð um, hvussu nógv strævnari tað var tá í august, tí tað bleiv myrkt so tíðliga, og høvdu nakrir dreingir hug at ríma, var ringt at síggja teir. Hetta – at dreingir funnu uppá ymiskt – sum at ríma – hendi meiri enn so.
Um tú kennir og veitst, nær myndirnar niðanfyri eru frá, so hevði verið stuttligt, um tú segði frá!
Sólbjørg Símunarson





