Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2026 09:51

Frá djúpum lágtrýstum til høgt hátrýst

Skýloftið frá forsøgn hjá ECMWF fyri mánakvøldið 2. oktobur kl 21:00. (Myndin er heintað frá Windy.com)

Veðurstova Føroya

Seinastu vikurnar hava verið merktar av óstøðugum veðri og djúpum lágtrýstum, men nú er eitt skifti á veg. Eitt sjálsama sterkt hátrýst leggur seg um vikuskiftið yvir Skotland og fer eisini at seta sín dám á veðrið her heima.

Hetta hátrýstið var við Eysturamerika mikudagin og er í dag sunnan fyri Flemish Cape. Tað ferðast at kalla somu leið við jet-streymunum, sum er meira vanligt at síggja lágtrýstini koma. Forsagnirnar vísa, at tá ið hátrýstið mánakvøldið leggur seg yvir Skotland, verður trýstið í miðjuni millum 1036 og 1040 hPa  og einstakar forsagnir spáa heili 1043 hPa (Myndin omanfyri).

Skulu vit finna eina hægri máting á hesum leiðum, mugu vit aftur til 31. oktober 1956, tá ið 1045,5 hPa vórðu máld í Aberdeen. Mátaða methátrýstið í Aberdeen er 1052,56 hPa frá 31. januar 1902.

Her heima eru metini í nýggjari tíð 1048,9 hPa, mált í Havn 13. desember 1995 og á flogvøllinum í Vágum 28. mars 2020. Tað søguliga metið í Havn er 1052,64 hPa, mált heilt afturi í januar 1896.

Sluppu lætt í mun til grannarnar farnu vikurnar

Hetta er eitt stórt skiftið frá veðrinum seinastu vikurnar, sum hevur verið eyðkent við fleiri djúpum lágtrýstum, ið eru farin fram við hjá okkum við nógvum vindi og avfalli. Í mun til í Skotlandi, Írlandi og Íslandi eru vit tó sloppin rættuliga snikkaleys. Hjá grannunum hava verið løtur við miðalvindi oman fyri 30 m/s, og nógv avfall.

  • Ísland: Tann 14. oktobur rakti eitt lágtrýst beint á Suðurlandið, har trýstið fór heilt niður í 937,5 hPa. Hetta tók eitt 63 ára gamalt met úr Vestmannaoyggjunum (938,4 hPa).  Og í vikuni rakti lágtrýstið, sum gav okkum nakað av vindi týskvøldið og mikudagin, eisini við nógvum vindi og avfalli á Suðurlandinum.
  • Bretland og Írland: Í farnu viku rakti fyrst illveðrið, ið veðurstovurnar í Bretlandi og Írlandi navngóvu Austen, beint á Ermasund. Í vikuni rakti illveðrið Boelo (Mynd 2)  og seinni enn eitt lágtrýst Skotland og Írland harðast. Í øllum hesum lágtrýstunum var miðtrýstið í økinum 942-946 hPa, tá tað var lægst.

Til samanberingar kom lufttrýstið á Veðurstovuni í Havn ongantíð undir 960 hPa í hesum umfarinum. Lægsta trýstið í Føroyum í nýggjari tíð er 930,3 hPa, sum varð mált undir Braer illveðrinum tann 27. januar í 1993, meðan jólaóðnin í 1988 fór niður á 936 hPa, ið er áleið tað sama, sum varð mált í Íslandi nú tann 14. oktobur.

Veðrið eftir vikuskiftið

Hátrýstið, sum mánanáttina leggur seg yvir Skotland, ger at

  • í Skotlandi verður liggjandi stilt, lutfalsliga turt, men í løtum mjørkakent veður
  • í Føroyum fáa vit yvirhøvur lítlan, men støðugan vind av útsynningi, sum ber okkum heldur slavna luft sunnan úr Atlantshavinum.

Skýloftið sæð frá fylgissveini tann 24.10.2026 kl 15:40 (UTC), tá ið lágtrýstið, ið írska og bretsku veðurstovnurnar navngóvu Boelo, nærkaðist Skotlandi. (Mynd: EUMETSAT).