Tíðindaskriv
Allahalganna sunnukvøld, 1. Nov. kl. 19.00 verður Allahalganna Messa eftir norska tónaskaldinum, Egil Hovland á føroyskum. Talan er í grundini um eina víðkaða gudstænastu, har ein á heilt serligan hátt gjøgnum sang og liturgi, minnist tey, ið undan eru farin.
Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttaka hesi:
Liturgar / prestar: Gimmi Olsen, liturgar úr Gøtu Kirkju Ungdómskóri,
6 Blásarar úr Klaksvíkar hornorkestrið.
Organistur saman við kórinum: Jógvan Thomsen.
Talan er ikki ein konsert sum so, tí kirkjuliðið luttekur sera aktivt gjøgnum alla messuna við nýggjum sangum, sum vera lærdir, við at kórið syngur fyri. Men hendan serskrivaða Allahalganna messan hevur sera vakran tónleik í sær, sum er skrivaður júst til hendan sunnudagin, har vit minnast tey, sum standa ella hava staðið okkum nær.
Síggi fyri tykkum eitt stórt upplivilsi