Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2026 13:35

Rokaligur forfólkafundur: Stór ósemja um maktjavnvágina í føroyskum fótbólti

Eysturoyarportalurin skilir, at forfólkafundurin hjá FSF síðsta fríggjadagi gjørdist rokaligur, og at stór ónøgd var millum feløgini. Serliga spurningurin um eitt longri flytingarvindeyga um summarið elvdi til ósemju.

Undan fundinum skrivaði Eysturoyarportalurin, at røringur var í føroyska fótbóltsheiminum. Eftir øllum at døma vóru ábendingarnar rættar: Fundurin 23. oktober gjørdist merktur av stórum ósemjum um áhugamálini hjá feløgunum og maktjavnvágina teirra millum.

Kjarnin í ónøgdini er, at tey sokallaðu smáu feløgini hava meirilutan og harvið kunnu niðuratkvøða broytingar, sum tey størru feløgini meta vera neyðugar fyri at styrkja føroyska luttøku í Evropa.

Longri flytingarvindeyga fekk ikki undirtøku

Eitt av uppskotunum var at leingja summarvindeygað, so tað verður opið frá 15. juni til 5. august. Endamálið er millum annað at geva feløgunum betri møguleikar at finna avloysarar og styrkja leikarahópin undan og undir Evropa-kappingunum.

Sum Eysturoyarportalurin skilir, fall uppskotið við níggju atkvøðum ímóti og seks fyri. HB, B36, NSÍ, Víkingur, KÍ og TB atkvøddu fyri, meðan B68 og Skála atkvøddu blankt. Tey sum atkvøddu ímóti uppskotinum vóru AB, B71, FC Suðuroy, Royn, MB, 07 Vestur, FC Hoyvík, ÍF og EB/Streymur.

Úrslitið hevur elvt til ónøgd hjá teimum, sum halda, at feløgini, ið umboða Føroyar úti í Evropa, eiga at fáa betri fortreytir at standa seg í altjóða kappingunum.

Kann raka føroyskan fótbólt aftur

Evropa-luttøkan snýr seg um bæði stórar peningaupphæddir og virðismikil stig til føroyskan fótbólt. Tí er stúranin, at vantandi smidleiki kann gera tað torførari hjá føroysku feløgunum at kappast við feløg úr øðrum evropeiskum londum.

Verður munurin størri, kann tað í síðsta enda kosta bæði inntøkur og stig á styrkislistanum hjá UEFA. Ósemjan kann sostatt raka føroyskan fótbólt aftur sum ein boomerang, um verri fortreytir hjá Evropa-feløgunum eisini viknað samlaðu støðuna hjá Føroyum.

Eingin semja og eingin nýggjur fundur

Hóast atkvøðugreiðsluna kom eingin felags semja burtur úr fundinum um, hvussu farast skal víðari. Sum skilst, er heldur eingin nýggjur fundur avtalaður.

Nú er spurningurin, hvat feløgini og Fótbóltssamband Føroya fara at gera fyri at finna eina loysn, sum bæði tekur atlit at heimligu kappingini og gevur føroysku umboðunum í Evropa best møguligar arbeiðsumstøður.

Les eisini: Røringur undan forfólkafundinum: Kann gerast ein rokfundur