Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2026 11:08

Hvussu dansar norðlýsið?

Norðurlandahúsið

Dansiframsýningin Boreali Land bjóðar áskoðarum á eina ferð inn í gandakenda heimin hjá norðlýsinum í Norðurlandahúsinum sunnudagin 1. november kl. 16.00.

Í dansiframsýningini Boreali Land verður søgan søgd uttan orð. Í staðin fer upplivingin fram gjøgnum kropp og sansir, tá ið litir, ljóð og rørslur vekja norðlýsið til lívs og skapa ein heim í støðugari broyting.

Anna Borràs Company skipar fyri sýningini. Dansarin Anna Borràs er úr Spania, búsitandi í Svøríki og er útbúgvin samtíðardansari. Aftan á sýningina greiðir hon stutt frá verkinum og sínum kreativa arbeiði. Luttakarar fáa eisini sjálvir høvi at royna máttin í samtíðardansi.

Sýningin er ein partur av FJØLMENTANARVIKUNI 2026 í Norðurlandahúsinum, og tað er ókeypis at vera við.