Almanna- og bústaðamálaráðið
Í dag skipar KRIS fyri ráðstevnuni “Lokkarin í nýggjum klæðum…”, ein ráðstevna við fokus á ein alsamt vaskandi trupulleika – ágang og lokking á netinum og sosialum miðlum og avleiðingarnar av hesum. Talan er um eina spennandi skrá við luttøka av fakfólki bæði uttani í heimi og her úr Føroyum.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, setti ráðstevnuna og bar fram røðu, sum til ber at lesa niðanfyri.
Góðan morgun øll somul.
Fyrst av øllum vil eg takka KRIS fyri at hava tikið stig til hesa týdningarmiklu ráðstevnuna og fyri at hava savnað so nógva vitan og serkunnleika her í Norðurlandahúsinum í dag.
Jeg vil også gerne byde alle jer, der er kommet fra udlandet for at dele jeres viden og erfaringer med os, hjerteligt velkommen til Færøerne.
Heitið á ráðstevnuni í dag er „Lokkarin í nýggjum klæðum“ – eitt heiti, sum sanniliga gevur okkum nakað at hugsa um. Tí hóast lokking og kynsligur ágangur móti børnum og ungum ikki eru nýggj fyribrigdi, so eru karmarnir broyttir.
Fyrr hugsaðu vit um lokkaran sum ein mann, sum við góðgæti ella onkrum sømdum royndi at fáa børn at koma inn til sín ella til okkurt avsíðis stað. Í dag kemur lokkarin heilt inn í barnakamarið. Ikki gjøgnum hurðina, men gjøgnum telefonina, telduna ella skíggjan. Uttan at foreldrini ella onnur vaksin varnast nakað. Ein veruleiki, sum vit mugu taka í størsta álvara.
Talgildi heimurin er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá øllum børnum og ungum. Har spæla tey, læra, samskifta, skapa vinaløg og menna sín samleika. Talgildi heimurin gevur teimum nógvar møguleikar, men hevur eisini sínar skuggasíður. Á netinum kunnu børn og ung verða fyri lokking, manipulatión, hóttanum og kynsligum ágangi.
Tað byrjar oftast við einum vinarligum boðum. Einum vaksnum, sum vísir áhuga, gevur viðurkenning og fær barnið at kenna seg sum nakað serligt. Men, tað sum fyrst kennist sum eitt trygt samband, kann so líðandi broytast til trýst, ótta og misnýtslu.
Torført er hjá barninum at skilja, hvat í veruleikanum fer fram. Tí er tað so umráðandi, at vit sum vaksin skilja hendan veruleikan. Vit kunnu ikki vænta, at børn og ung einsamøll skulu verja seg móti vaksnum, sum tilvitað royna at vinna álit teirra – fyri síðani at misnýta tað.
Ábyrgdin má ongantíð leggjast á barnið.
Ábyrgdin liggur hjá tí, sum fremur ágangin – og hjá okkum vaksnu, sum hava ábyrgd av at verja børnini.
Kynsligur ágangur er eitt trupult evni at tosa um, bæði hjá teimum, sum hava verið fyri ágangi, hjá familjum og avvarðandi og hjá okkum sum samfelag.
Men tøgnin verjir ikki børnini. Tvørturímóti ger hon tað truplari hjá teimum, sum hava verið fyri ágangi, at siga frá.
Okkum tørvar eitt opið samfelag, har okkara børn og ungu vita, at tey kunnu venda sær til okkum vaksnu og verða tikin í álvara. Vit mugu skapa eitt umhvørvi, har tað er trygt at siga frá, uttan skuldsetingar ella skomm, og har okkara børn vita, at hjálp er at fáa. Eitt barn, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, skal ikki eisini bera byrðuna av at kenna seg sekan.
Tá vit tosa um at verja okkara børn og ungu móti kynsligum ágangi á netinum, er tað lætt at hugsa, at loysnin er at læra børnini at ansa eftir sær sjálvum. Sjálvandi skulu okkara børn og ungu fáa vitan um talgildar vandar, mørk og rættindi. Men tað er ikki nóg mikið.
Samstundis mugu vit tryggja:
• at foreldrini hava neyðuga vitan og amboð til at stuðla sínum børnum
• at lærarar, námsfrøðingar og onnur fakfólk kenna vandateknini og vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá illgruni tekur seg upp
• at myndugleikar, stovnar og felagsskapir samstarva
• at tøkniliga menningin ikki rennur undan okkara førleika at verja børnini.
Hetta er ikki ein avbjóðing, sum ein einstakur stovnur, ein familja ella ein felagsskapur kann loysa einsamallur.
HETTA er ein felags ábyrgd hjá okkum øllum, og hon krevur vitan, dirvi og samstarv.
Ein týðandi partur av ráðstevnuni í dag er, at vit fáa nýggja vitan. Vit fáa høvi at hoyra frá altjóða serfrøðingum við drúgvum royndum og serkunnleika innan kynslig brotsverk og talgild brotsverk.
Og vit fáa eisini innlit í arbeiðið, sum verður gjørt her heima hjá okkum.
Eg eri serliga fegin um, at KRIS í dag fer at leggja fram eina nýggja landsumfevnandi kanning um kynslig brotsverk.
Tí skulu vit kunna fyribyrgja og hjálpa, mugu vit vita, hvussu støðan er. Vit mugu tora at síggja veruleikan, eisini tá hann er óbehagiligur, og brúka vitanina til at gera mun.
Tað er eisini gleðiligt, at vit fáa innlit í nýggja átakið „Skil samtykki“, sum Sig frá, Javnstøðuskrivstovan og Amnesty hava staðið á odda fyri.
At arbeiða við samtykki, mørkum og virðing er ein týðandi partur av fyribyrgingini. Tí fyribyrging snýr seg ikki bara um at ávara móti vandum, men eisini um at skapa eina mentan, har vit virða mørkini hjá hvørjum øðrum.
Tá vit tosa um kanningar og hagtøl, er tað týdningarmikið at minnast, at aftan fyri hvørt tal er eitt menniskja:
• Eitt barn
• Eitt ungt fólk
• Ella eitt vaksið menniskja, sum enn í dag livir við avleiðingunum av kynsligum ágangi í barnaárunum.
Kynslig brotsverk seta djúp spor. Spor, sum fylgja einum langt inn í vaksnamannalívið.
Men við røttum stuðli og viðgerð ber til at koma víðari. Tí mugu vit ikki bara tosa um fyribyrging, men eisini um, hvussu vit taka ímóti og hjálpa teimum, sum hava verið fyri ágangi.
Eg vóni, at henda ráðstevnan verður meira enn ein dagur við áhugaverdum fyrilestrum og góðum kjaki. At hon eisini fær okkum øll at hugsa um, hvat vit kunnu gera øðrvísi.
Sjálvt smá stig kunnu gera stóran mun og broyta eitt lív:
• Ein samrøða við eitt barn.
• Ein lærari, sum sær teknini.
• Eitt fakfólk, sum torir at spyrja.
• Eitt barn, sum verður lurtað eftir og tikið í álvara.
Góðu tit øll.
Vit kunnu ikki steðga tí tøkniligu menningini. Og tað skulu vit heldur ikki. Men vit skylda okkara børnum at tryggja, at tey kunnu ferðast so trygt sum gjørligt í tí heimi, sum vit vaksin hava verið við til at skapa.
Lokkarin hevur kanska fingið nýggj klæði, men okkara ábyrgd er hin sama: at verja børnini. At lurta eftir teimum og tryggja, at tey ongantíð standa einsamøll.
Eg fari enn eina ferð at takka KRIS fyri tykkara týdningarmikla arbeiði og fyri at seta hetta evnið á dagsskránna.
Takk til øll tykkum, sum eru komin at deila vitan og royndir.
Og takk til øll tykkum, sum hvønn dag arbeiða fyri at skapa tryggari karmar fyri okkara børn og ungu.
Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum øllum eina góða, læruríka og gevandi ráðstevnu.
Takk fyri.