Miðnám á Kambsdali
Tá Ítrótta- og heilsuvikan hjá ÍSF, Heilsustýrinum og Heilsu- og orkumálaráðnum varð fráboðað í summar, meldaði Miðnám á Kambsdali til.
Ítróttalærarar skúlans, Turið Petursdóttir og Boban Ilich, gjørdu eitt gott forarbeiði og eina innihaldsríka skrá, so at felags rørsluvirksemi var á skrá hvønn dag í skúlavikuni. Sjálvi stóðu tey fyri pørtum av rørsluátøkunum, men eisini aðrir lærarar og næmingar, sum hava ítrótt á B-stigi, stóðu fyri tiltøkum. “Morgunfimleikur”, “Rørsluskáar” og “Futtrups aktivpause” gingu aftur ymsu dagarnar, men nógvir lærarar nýttu eisini rørslu inni í undirvísingini við eitt nú “spák og prát” sum uppgáva um evnir, sum tey viðgjørdu.
Hetta endaði við nógvum metrum og rørslumetrum, sum vórðu skrásettir. Samlað fyri Klaksvíkar HF-skeið og Miðnám á Kambsdali gjørdist tað til 5.626.228 metrar, og tá er rættiliga vist, at alt varð ikki skrásett áðrenn endaligu uppteljingina.

Eitt flott úrslit, sum bæði næmingar og starvsfólk megnaðu at fremja í hesi Ítrótta- og rørsluvikuni 2026.
Føroyska strandarlinjan, sum er samanlagdi teinurin kring strondina á øllum, er 1.292.557 metrar, og við samlaðu rørslumetrunum hava næmingar og lærarar á Miðnámi á Kambsdali flutt seg 4,4 ferðir runt ta føroysku strandarlinjuna.
Umframt at hugsa um nøgd av metrum, so kendist tað á øllum brøgdum, at rørsluátøkini komu væl við. Fleiri og størri smíl vóru at síggja og ein eitt sindur lívligari og upplyftur ungdómur.
Næmingar og starvsfólk eiga tøkk uppiborna fyri luttøkuna og fyri at tey tóku so væl ímóti avbjóðingini. Hetta prógvar, at nógv orka og nógvir møguleikar eru á Miðnámi á Kambsdali, og at her ger hvør einstaklingur mun.