Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2026 16:01

Fyrstu ferð Cattleya landaði á Varðin Pelagic

Mynd: Varðin Pelagic

P/F Varðin skrivar á heimasíðu síni, at aftur í dag kom eitt skip á fyrsta sinni inn á Tvøroyri. 

Talan er um danska skipið Cattleya, sum í morgun kom inn við 500 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Skipið er skrásett í Esbjerg.

Varðin Pelagic vildi at manningin skuldi kenna seg væl, og var onkur tí umboð við ein lagkøku til teirra.

Mynd: Varðin pelagic