Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2026 18:58

Røringur undan forfólkafundinum: Kann gerast ein rokfundur

Eysturoyarportalurin skilir, at røringur er í føroyska fótbóltsheiminum undan forfólkafundinum í FSF-húsinum í morgin, fríggjadagin 23. oktober. Trý uppskot eru á skránni, og ósemjan um tey kann gera fundin til ein sokallaðan rokfund.

Uppskotini skulu millum annað gera tað lættari og smidligari hjá feløgunum, sum umboða Føroyar í Evropa, at fyrireika seg til altjóða uppgávurnar. Men júst hesi feløgini eru í undirluta, tá ið atkvøðast skal, skilir Eysturoyarportalurin.

Tískil kann fundurin enda við, at tey sokallaðu smærru feløgini niðuratkvøða uppskot, sum tey størru og fíggjarliga sterkari feløgini síggja fyrimunir í.

Trý uppskot til viðgerðar

FSF mælir til, at hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða avgjørdar í einum dysti á uttanveltaðum vølli heldur enn við heima- og útidysti.

Eisini verður mælt til, at tey fýra UEFA-liðini møtast innanhýsis í fyrsta landskappingarumfarinum eftir summarsteðgin. Hesir dystir verða framskundaðir til mai ella juni, so liðini fáa fyrsta vikuskiftið eftir summarsteðgin frí til hvíld, ferðing og fyrireiking.

Triðja uppskotið snýr seg um flytingarvindeyguni. Summarvindeygað skal leingjast til tíðarskeiðið 15. juni–5. august, meðan vetrarvindeygað verður 15. januar–15. mars. Hetta skal millum annað gera tað lættari at finna avloysarar og styrkja leikarahópin.

Stór virði upp á spæl

Fyri Evropa-feløgini snýr málið seg um at fáa bestu fortreytirnar at spæla seg víðari. Við einum góðum úrsliti kunnu fylgja stórar peningaupphæddir, samstundis sum feløgini vinna føroyskum fótbólti virðismikil stig í altjóða kappingunum.

Men undan fundinum bendir støðan á, at feløgini ikki eru samd um, hvussu hesi atlit skulu vigast móti áhugamálunum hjá hinum feløgunum.

Verða uppskotini feld, verður tí spennandi at síggja, hvussu Evropa-feløgini taka ímóti avgerðini, og hvat tað fer at hava við sær fyri samstarvið millum feløgini og FSF.

Les eisini: FSF mælir til eina hálvfinalu og longri flytingarvindeyga