Eysturoyarportalurin skilir, at FSF hevur lagt fram uppskot um at avgera steypahálvfinalurnar í einum dysti, framskunda landskappingardystir hjá UEFA-liðunum og leingja summarvindeygað fram til 5. august.
Ein møgulig avgerð verður tikin um hesi 3 uppskotini nú fríggjadagin 23. oktober, tá ið forfólkafundur verður í FSF-húsinum.
Uppskotini vórðu upprunaliga løgd fram á formansfundinum tann 2. oktober í ár.
Endamálið er, at tey skulu hjálpa til at minka um trýstið á kappingarkalendaran og geva feløgunum betri møguleikar at leggja kappingarárið til rættis.
Ein avgerandi hálvfinala
Starvsnevndin hjá FSF mælir til í uppskotinum, at hvør hálvfinala í Løgmanssteypinum verður avgjørd í einum dysti á uttanveltaðum vølli í staðin fyri við heima- og útidyst sum vanligt hevur verið áður. Hetta skal verða við til at minka um dystarbyrðuna, og samstundis økja um spenningin í steypakappingini.
UEFA-liðini fáa frí eftir summarsteðgin
Kappingarnevndin mælir samstundis til, at tey fýra UEFA-liðini sum skulu út í Evropa at umboða Føroyar, møtast innanhýsis í fyrsta landskappingarumfarinum eftir summarsteðgin. Teir báðir dystirnir verða síðani framskundaðir til mai ella juni, møguliga á leikdagin, sum verður leysur við broyttum hálvfinaluleisti.
Soleiðis fáa UEFA-liðini frí fyrsta vikuskiftið eftir summarsteðgin, meðan hini seks liðini spæla sum vanligt. Hetta fyri at geva betri rúm fyri hvíld, ferðing og fyrireiking til liðini og samstundis minka um tørvin á at útseta dystir seinni út á árið.
Summarvindeygað verður 24 dagar longri
Kappingarnevndin mælir eisini til hesi skrásetingartíðarskeið (flytingarvindeygu):
- 15. januar–15. mars: Vetrarvindeygað verður sjey dagar styttri.
- 15. juni–5. august: Summarvindeygað verður 24 dagar longri.
Longra summarvindeygað skal gera tað lættari hjá føroysku feløgunum at finna avloysarar eftir leikarasølur og at styrkja hópin, meðan tey útlendsku vindeyguni eisini eru opin.