Tíðliga í morgun varð boðað frá, at nakrar plátur hingu leysar undir loftinum í Leirvíkstunnilinum. Sum skilst var talan um heili 6 stórar plátur.
Landsverk fór á staðið at fáa pláturnar vekk, meðan løgreglan skipaði ferðsluna. Arbeiðið hevði við sær at ferðslan varð tarna og meðan bert tað eina sporið var opið fyri ferðslu.
Men hetta er ikki fyrstu ferð at tílíkt hendir.
Í september 2025 skrivaðu vit her á Eysturoyarportalinum, at Sløkkiliðið í Eysturkommunu mátti taka leysar plátur niður úr loftinum, tí tær vóru til vanda fyri ferðsluna. Bert tríggjar mánaðir frammanundan hekk ein onnur pláta leys og sveiggjaði í tunlinum.
Nú er tað hent aftur.
Meira enn bara ein leys pláta
Nýggja hendingin í morgun leggur seg afturat einum longum lista av trupulleikum í Leirvíkstunnilinum.
Eysturoyarportalurin hevur áður víst á hópin av trupuleikum og manglum í tunnlinum.
Landsverk hevur sjálvt staðfest, at trygdarskipanirnar og tekniska útgerðin heldur ikki lúka nútíðar krøv.
40 ára gamal – og enn ikki dagførdur
Leirvíkstunnilin læt upp í 1985. Nógv av trygdarútgerðini o.a. er framvegis frá fyrstu tíðini, hóast ferðslan er vaksin munandi.
Í dag koyra umleið 5.000–5.500 akfør ígjøgnum tunnilin um samdøgrið. Ein tunnil sum einasta farleið hjá øllum Norðoyggjum og leirvíkingum til meginøkið. Kortini eru grundleggjandi dagføringar ferð eftir ferð útsettar.
Stjórin á Landsverki, Marjun Thomassen, hevur áður viðgingið, at støðan ikki er nøktandi. Frágreiðingin hevur verið vantandi játtanir og politisk raðfesting.
Men hjá teimum túsundtals fólkunum, sum dagliga koyra gjøgnum tunnilin, broytir tað lítið.
Nú leysar plátur aftur hanga undir loftinum, er spurningurin einfaldur:
Hvussu ofta skal tað henda, áðrenn allur tunnilin verður kannaður og dagførdur?
Les eisini: Leirvíkstunnilin – 40 ár av útsettum dagføringum
Les eisini: Pláta hekk leys í tunnilsloftinum
Les eisini: Máttu taka leysar plátur undan loftinum