Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.09.2026 09:12

Meting fyri viku 38, 2026

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski. Tað við Eysturgrønland fiskar svartkalva, meðan skipini við Føroyar, fáa ein blandingur av toski, hýsa, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er nokkso harður fysrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, men vit vanta tó nakað av útróðri.