Leirvíkstunnilin lat upp í 1985 og avloysti gamla og sera bratta Leirvíksvegin, sum áðrenn tað hevði verið lívsægrin millum norðoyggjar og restina av Føroyum.
Tá koyrdu umleið 1.100 akfør um samdøgrið eftir hesum gamla vegnum. Í dag er ferðslan vaksin til umleið 5.000–5.500 akfør sum koyra dagliga. Og er tunnilin í dag ein av mest nýttu landsvegatunlunum í Føroyum.
Hetta merkir, at umleið 1,8–2,0 milliónir akfør koyra ígjøgnum hann um árið, og sum er ein øking á umleið 400–500 % síðani tunnilin varð tikin í nýtslu.
Trygdarútgerðin
Landsverk hevur sjálvt staðfest fleiri ferðir, at Leirvíkstunnilin ikki lýkur nútíðar trygdarkrøv.
Í 2025 skrivaðu vit á Eysturoyarportalinum um fleiri álvarsligar manglar í tunlinum.
Millum annað varð víst á, at samskiftisútgerð (UHF) virkaði ikki. Neyðtelefonir vóru óvirknar og trygdarskáp vóru illa viðlíkahildin. Neyðljósini kundu ikki tendrast úr skápunum, KVF hoyrist ikki í tunlinum. Og fundament undir einum trygdarskápi var um at detta sundur.
Stjórin á Landsverki, Marjun Thomassen, viðgekk tá, at støðan ikki var nøktandi og vísti á, at úrslitið var av væntandi fíggjarligari politiskari raðfesting og viðgekk, at neyðugar dagføringar vóru útsettar í nógv ár orsakað av vantandi játtanum.
Støðan í dag, síðani greinina varð skrivað í 2025, er sambært keldur hjá Eysturoyarportalinum vesna síðani tá.
Og hevur Landsverk nú alment boða frá, at 2 milliónir eru í løtuni settar av árliga til dagføring av tunlum. Hóast at tað eru yvir 20 tunnlar í Føroyum, harav fleiri sum eru gamlir og ikki nútíðarhóskandi.
Sambært upplýsingum sum Eysturoyarportalurin hevur fingið fatur á, so er so stórir manglar uppá eitt nú trygdarútgerð og dagføringar í Leirvíkstunnlinum, at tað er bæði ótíðarhóskandi og ikki sørt vandamikið fyri almenningin. Meðan eisini væntandi samskifti millum landsins tilbúgving – tvs. Landsverk, sløkkiliði og løgregluna ikki er nøktandi.
Nakað sum almenningurin, um hann visti, als ikki kundi góðtikið ella følt seg tryggan við.
T.d. eru ongar viftur/blásarar nakrantíð settir upp undir loftinum í Leirvíkstunnilinum, nakað sum er púra vanligt í samband við trygd. Meðan tílíkar viftur/blásarar eru settir upp í øllum stórum og nýggjum tunlum kring landið.
Meðan ta bert er ein flytbar vifta/blásari í øllum landinum. Ein sum Landsverk hevur standandi í Klaksvík, og sum má koyrast á ólukkustaðið, hvar í Føroyum tað so skuldi verið, um brúk er fyri honum.
Tí er tað als ikki nøktandi, í einum nýmótans samfelagið, at bert at hava ein í øllum landinum, serliga tá í hugsa verður um, at ein tílík vifta/blásari, ikki kostar meira enn uml. 30-50.000 kr.
Neyðljósini í tunnilinum hava verið óvirkin í nógv ár, harafturat eisini telefonsiginalið.
Meðan tað sokallað “Reyða blunkið” (sum eisini er óvirkið), sum sigur at tað ikki má koyrast inn í tunnulin, bert stendur á føroyskum. Hóast fleiri enn 100.000 útlendsk ferðafólk vitja Føroyar hvørt ár og ikki skilja føroyskt.
Og so eru heldur eingin bummar uttanfyri sjálvan tunnilsmunnan. Bummar sum fara niður, tá ið roykur ella óhapp eru inni í tunnilinum.
Rullandi lívsægrin hjá norðurøkinum
Hóast nógv kanska ikki geva sær fær um tað, so er Leirvíkstunnilin einasta rullandi farleið hjá einum stórum parti av landsins borgarum, har eisini ein stórur partur av vinnulívinum heldur til.
Trygdarútgerðin er í stóran mun tann sama sum fyri nærum 40 árum síðani, sambært Landsverki sjálvum.
Og fyrr í ár var gamli Leirvíksvegurin so alment stongdur fyri allari ferðslu og avgrivin, soleiðis at eingi akfør, ei heldur neyðsynjarørindi, longur kunnu koyra/brúka hendan vandamikla og bratta vegin sum eitt alternativ.
Samstundis, sum at gamla ferjulegan í Leirvík, er farin í søguna.
Og skuldi stóra vanlukkan hent, har ein stórur eldur kom inni í tunlinum, líka sum í Raudhammartunnelen í Norra fyrr í ár, so vóru fleiri 1000 føroyingar avbyrgdir, meðan stórur partur av vinnulívinum lá lamin.
Politisk orðaskifti
Leirvíkstunnilin hevur verið umrøddur í nógv ár í politisku skipanini.
Politikarar hava í nógv ár viðgingið trupulleikan, men dagføringin er ferð eftir ferð útsett.
Løgtingsmaðurin Reimund Langgaard, sum sat á tingið fyri Sambandsflokkin, setti í 2015 ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í táverandi samferðslumálum, Jørgen Niclasen, um manglandi útvarp og samskifti í tunnilinum.
Í svarinum frá Jørgen Niclasen var sagt, at miðað var ímóti at fáa arbeiðið liðugt sama ár (í 2015), soleiðis at útvarpið eisini hoyrdist í tunlinum.
Í 2018 legði Landsverk fram Samferðsluætlanini. Í henni stóð, at ein dagføring fór at kosta 18–22 mió. kr., og varð mælt til at gera hetta arbeiðið. Byggitíðin varð tá mett til eitt ár.
Nú nógv ár seinni, er nógv av hesum arbeiðinum framvegis ikki framt.
Í 2025 setti Annika Olsen, táverandi løgtingskvinna fryi Tjóðveldi, skrivligan fyrispurning til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann um trygdina, og var svarið frá landsstýrismanninum í stuttum, at trygdin var als ikki nøktandi.
Landsverk hevur í fleiri umførum sagt, at: “Hesir tunlar hava trygdarskipanir og tekniskar installatiónir, sum ikki lúka treytirnar til tunlar í dag.”
Hetta hevur verið almenna støðan hjá Landsverk síðani arbeiðið við Samferðsluætlanini varð lagt fram.
Meðan landsstýrið viðurkennir ábyrgdina, so verður sagt, at Landsverk hevur ábyrgdina av rakstri og fígging av nøktandi tilbúgving á landsvegum og at Leirvíkstunnulin er ein partur at henni.
Meðan Landsverk hinvegin sigur, at tað er væntandi fíggjarlig politisk raðfesting sum er trupuleikin. Alt meðan løgtingið hevur sitið hendur í favn seinastu nógvu árini.
Leirvíkstunnulin er tískil blivin ein sokallað kastibløka hjá sitandi løgtingum, landsstýrisfólkum og Landsverki.
Eingin vil taka ábyrgdina av trygdini hjá einum av týdningarmestu tunlum í Føroyum, sum í síðsta enda snýr seg um raðfesting og almennar pengar.

Les eisini: Pláta hekk leys í tunnilsloftinum
Les eisini: Myndir: Eldur í bili uttanfyri Leirvíkstunnilin
Les eisini: Eldur í bili í Leirvíkstunlinum
Les eisini: Ferðsluóhapp í Leirvíkstunnilinum
Les eisini: Skakandi trygd í Leirvíkstunlinum