Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.09.2026 08:54

14. september er fagrasti dagur í Føroya søgu

Grein

Fyri 80 árum síðani varð roynt at ræða føroyingar til á fólkaatkvøðu at avreiða rættin til okkara egna land og gerast ein danskur landslutur. Men ímóti øllum forsagnum reisti fólkið seg og valdi loysing. Tað hevur verið grundarlagið fyri øllum tí, sum síðani hevur bygt okkara land og okkara framtíð

Høgni Hoydal

Í dag eiga vit at flagga og gleðast. Í takksemi og virðing fyri teimum fólkum, sum á fólkaatkvøðuni 14. september 1946 valdu loysing. Og allir skúlar og miðlar áttu at viðgjørt henda fagnaðardag, og tað sum hendi henda dagin fyri 80 árum síðani.

Tað kundi havt verið svartasti dagur í Føroya søgu, har vit lótu okkum ræða og løgdu okkum niður sum tjóð og meldaðu okkum inn undir eitt annað land sum ein samrunnin partur av Danmark. Og tað var so nær við, at alt glapp okkum av hondum. Men fólkaræðið og rætturin at vera til millum aðrar tjóðir í heiminum, sigraðu.

Síðani hendi ein grovur órættur, tá ið tey, sum høvdu útskrivað fólkaatkvøðuna og høvdu bundið seg til at fylgja úrslitinum, gjørdu ta øvuta.

Kortini hava vit grundað á avgerðina um loysing hildið fram hvønn dag at byggja land og tjóð. Og vit eru nú so nær at gerast sjálvstøðug tjóð, at tað bert krevur eitt dism av dirvi frá politisku flokkunum at ganga undan og stovna fólkaræðið Føroyar – heldur enn sum í 1946 at renna undan ábyrgdini og aftur leggja seg undir eitt yvirvald, sum Føroya fólk ongantíð hevur valt.

Fyrsta og einasta fólkaatkvøða um okkara støðu sum tjóð

Bert einaferð er Føroya fólk á fólkaatkvøðu spurt um okkara ríkisrættarligu støðu. Og tað var á fólkaatkvøðuni 14. september fyri 80 árum síðani. Vit valdu loysing.

Kortini verður dagliga billað inn í okkum, at vit eru undir donsku grundlógini og undir valdinum hjá eini aðrari tjóð. Men hetta hava vit ongantíð samtykt. Tað hevur onki við fólkaræði at gera.

Tað mest margháttliga er, at fólkaatkvøðan 14. september 1946, varð kroyst ígjøgnum av donsku stjórnini og sambandsflokkunum í Føroyum. Ongin slík fólkaatkvøða er nakrantíð framd í nøkrum øðrum landi í heiminum.

Tí hon varð útskrivað sum ein ræðingar-fólkaatkvøða: Antin skuldi tú atkvøða fyri einum donskum uppskoti, sum líktist heimastýrislógini, har vit skuldu gerast ein donsk kommuna við ávísum serbrigdum. Ella skuldi tú atkvøða fyri “løsrivelse” á donskum – ella loysing á føroyskum.

Endamálið var, at føroyingar skuldu ræðast til at atkvøða seg inn í danska ríkið, tí Danmark var undir trýsti frá tí nýstovnaða ST (Sameindu Tjóðir), sum kravdi, at hjálandaveldini tóku seg úr hjálondunum. Seinni lýsti eisini Danmark donsku grundlógina at galda í Grønlandi, hóast grønlendska fólkið ikki varð spurt.

So eitt “antin-ella”, sum skuldi tryggja, at Danmark kundi fráboðað ST og øllum heiminum, at nú høvdu føroyingar við fólkaatkvøðu valt at gerast danir – og Føroyar vóru sum Bornholm, Amager ella Langeland.

Hetta var ein roynd at rópa “Bøøø”, og at gera loysing til eitt ræðuligt orð. Hetta er sami retorikkur, sum vit hoyra enn í dag frá sambandsflokkunum og donsku stjórnini. Hóast loysing merkir, at vit gerast javnsett í heiminum, taka ábyrgd av okkara egna landi, finna loysnir og at vit loysa upp fyri okkara egnu skapanarevnum.

Eitt øgiligt dirvi og álit á okkum sjálv

Men hóast ræðingarherferðina, so hendi tað vakra, at á fólkaatkvøðuni 14. september 1946, læt ein meiriluti av Føroya fólki seg ikki ræða. Tey atkvøddu fyri loysing. Hóast allir politisku flokkarnir og hjálandavaldið høvdu roknað við, at minst 80% fóru at atkvøða seg inn undir Danmark.

Hetta var ikki minst teimum fólkum í loysingarrørsluni fyri at takka, ið høvdu ferðast í hvørjari bygd og hvørjum býi í landinum, har tey vístu á, at loysing var onki at ræðast, men fortreytin fyri at byggja eitt nútímans, mennandi og sosialt rættvíst samfelag.

Síðani kom panikkur í teir politisku flokkarnar, sum tá vóru í Føroyum og í hjálandavaldið í Keypmannahavn. Sambandsflokkarnir skrivaðu til donsku stjórnina og bóðu um at fáa danska kongin at senda Løgtingið sent til hús. Tað var gjørt. Donsk krígsskip vóru send til Føroya og føroyska løgreglan fekk boð um at handtaka tingfólk, um tey møttu upp á tingfundi at samtykkja at fremja loysingina. Bert ein tingmaður tordi at møta á tingfundi at seta í verk tað, sum fólkið hevði valt. Tað var Jákup í Jákupsstovu, sum var blaðungur tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Ung loysingarfólk møttu eisini upp á tingi og sungu fyri Jákupi: “Situr tú seggur í oyðini høll, einastur eftir av mongum…” Jákup í Jákupsstovu var síðani millum tey, ið stovnaðu Tjóðveldisflokkin.

Eftir eitt nýtt løgtingsval, vunnu sambandsflokkarnir meirilutan og settu Heimastýrislógina í verk uttan nakra nýggja fólkaatkvøðu. Altso tað, sum fólkið hevði vrakað. Tey royndu at grugga úrslitið av fólkaatkvøðuni. Men um úrslitið var øvut, so høvdu tey brúkt tað uttan himpr til at siga, at fólkið nú hevði meldað seg inn undir Danmark.

Kortini var fólkaatkvøðan og meirilutin fyri loysingini grundarlagið undir øllum tí, sum síðani hevur bygt okkara land. Hevði ein meiriluti verið fyri at atkvøða okkum inn undir eitt annað land og at gerast ein danskur landslutur, so høvdu Føroyar uttan iva verið ein forfjónaður útjaðari í danska ríkinum og í ES í dag. Við ongum sjálvræði, ongum máli, ongum tingi, ongum fiskimarki, ongum egnum sjúkrahúsverki, sosialum skipanum, skúlaverki, uttanríkispolitikki og fallandi vinnu og mentan og ongari atgongd til heimsins lond. Og vit høvdu ikki havt eitt fólkarættarligt krav um rættin til okkara egna land og fólkaræði.

Við loysingarrørsluni á odda, hevur tjóðarbyggingin síðani hildið fram og hildið á – allatíðina og allastaðni. Hvønn einasta dag. Hóast stóra mótstøðu og afturstig. Henda rørsla hevur havt kvinnur og menn um alt landið, sum í sínum dagliga arbeiði hava virkað fyri og bygt upp okkara egna fólkaræði og sjálvsavgerðarrætt í felagsskapum, fakfeløgum, vinnu, mentanarvirksemi, list, skúla, gransking, samfelagsstovnum, ítrótti og javnstøðuarbeiði.

Og í dag taka vit øll undir við tí, sum loysingarrørslan hevur strítt fyri. Tað, sum er okkum kærast, er tað, ið so nógv ræðuherferð og mótstøða hevur verið ímóti.

Okkum vantar bert løgreglu og dómstólar á føroyskar hendur og at traðka heilt út í heim undir egnum merki. So hava vit við tógvið stríð vunnið tað, sum tey djørvu fólkini atkvøddu fyri 14. september 1946.

Tí er 14. september fagrasti dagur í Føroya søgu.