Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.09.2026 08:18

14 september – Løgmaður hevur ta breiðu semjuna at fremja

Tjóðveldi

Fyri okkum tjóðskaparfólk er 14. september ein dagur at steðga á og grunda yvir bæði, hvat tað var, sum hendi á fólkaatkvøðuni í 1946, og ein áminning um, at vit enn ikki hava fult ræði á okkara landi. Dagurin er eisini til at seta ferð á seinastu fetini móti frælsa, føroyska statinum.

Tað er ótrúligt at hugsa sær til, at Føroya fólk í 1946 atkvøddu fyri loysing, og at eitt demokratiskt val í Føroyum bleiv ógildað av dønum. Kongur sendi tingið til hús. Í dag eru tað 80 ár, síðan hetta hendi. 80 ár er ikki longri enn, at hetta er tá ið ommur og abbar mínir vóru í bestu árum og kundu atkvøða. Hvat høvdu vit sagt í dag, um fólkaræði okkara soleiðis bleiv skúgvað til viks, og føroyski fólkaviljin ikki bleiv virdur? Tað høvdu vit aldri góðtikið, og tað skulu vit heldur ikki! Hetta sigur okkum nakað um, hvussu langt danir vóru – kanska eru – tilreiðar at fara fyri at halda fast upp á Føroyar.

Tíbetur hava vit øll árini havt eina tjóðskaparrørslu, sum stútt og støðugt hevur barst fyri at vinna okkum sjálvræði og soleiðis bygt land.

Vegurin nú er tjóðarsemjan

Í søguligu tjóðarsemjuni eru flokkarnir komnir til eina felags niðurstøðu um, at Føroyar og Danmark skulu skipast sum javnsett lond. Ikki sum nú, har Danmark er yvir og Føroyar eru undir.

Fyri at gera hetta krevst, at Føroyar verða skipaðar sum ein statur ella sum eitt sjálvstøðugt land, sum vit eisini siga.

Somuleiðis inniber tjóðarsemjan, at Føroyar fáa fult ræði á uttanríkispolitikkinum og fáa teir altjóða limaskapir, okkum tørvar. Hetta eru grundsúlurnar í tjóðarsemjuni, sum Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin standa saman um og nú eisini Sjálvstýri.

Heimurin er samansettur av sjálvstøðugum londum – statum. Tað eru statir, sum hava ein sess við borðið, har avgerðirnar verða tiknar. Fáa vit ikki ein sess við borðið, fara avgerðir framvegis at verða tiknar uttan um okkum á fleiri økjum.

Eg havi mangan í politiska lívinum upplivað kensluna av at vera sett uttanfyri og kensluna av, at vit skulu umboðast antin gjøgnum onnur ella hava fólk við okkum á fundir. Soleiðis ráða vit ikki í egnum landi, lívi og egnum viðurskiftum. Hetta gerst serliga sjónligt í støðum, har Merkið ikki sleppur at veittra frítt millum heimsins fløgg.

Tað snýr seg um, hvør hevur avgerðarrættin yvir Føroyum, og hvør hevur avgerandi orðið okkara vegna. Sjálvsagt vilja vit, at føroyingar ráða í og yvir Føroyum. Hetta er okkara land, og vit røkja best okkara áhugamál sjálvi.

Hví er neyðugt at gerast eitt sjálvstøðugt land, kann onkur kanska spyrja?

Orsøkirnar eru so mangar. Vit hava gjøgnum árini yvirtikið eina røð av málsøkjum og samstundis minkað blokkin. Tað er trupult at gera fleiri yvirtøkur, tí tær flestu, sum eru eftir, eru knýttar at suverenitetinum.

Tað gerst alsamt truplari at agera sum hjáland. Stórveldini ræða og spjaða. Vanligar reglur eru settar til viks, og tosað verður púra opið um at taka onnur lond, tí man sær eitt virði í teimum fyri seg sjálv og neyvan fyri tey, sum búgva í landinum. Slík stórmál viðgera statir, tí statir verja hvørjar aðrar og tosa so at siga bert við statir. Hjálondini kunnu vera tikin við upp á ráð og hoyrd, men veruliga samráðingin fer fram gjøgnum statin.

Samstarv er ein treyt í heiminum. Tað snýr seg ikki um at vera sjálvstøðugt land og síðan lata seg aftur um seg sjálvt, men um at lata upp fyri samstarvi við heimin. Sum nú er gongur okkara samstarv einans gjøgnum eina kanal í Danmark.

Sum ein lutfalsliga lítil marknaður hava vit tørv á góðum handilsavtalum. Eisini har er stórur partur av forðanini, at vit ikki eru sjálvstøðugt land. Vit hava t.d. roynt at fáa limaskap í EFTA, men tað hevur ikki eydnast. Vit síggja eisini, hvussu nógv ár og hvussu stórt arbeiði vit skuldu leggja í bara at fáa loyvi at søkja limaskapin í WTO. Og hvat við IOC limaskapi? Ætla vit, at føroysku ítróttafólkini ikki skulu sleppa til OL undir Merkinum?

Hesi ríkisrættarligu bond eru A, C, D, E, F og H samd um at loysa. Tann søguliga løtan er nú. Løgmaður hevur víst á, at breiðar semjur eru vegurin fram. Tjóðarsemjan er ein breið semja, so nú er at fáa hana framda í verki.

Tjóðveldi fer gjøgnum vikuna at skipa fyri eini røð av tiltøkum, og at deila ymiskt tilfar, so vit eisini kunnu upplýsa um, hvat hendi á fólkaatkvøðuni og vísa á, hvør okkara kós er móti frælsu Føroyum.

Við frælsiskvøðu Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi

Spjaldur