Mynd: Tunnilsmunnin, frá Leirvíksbygd (Eysturoyarportalurin)
Hevur ein koyrt í gjøgnum Leirvíktunnilin í hesum døgum, frá Leirvíksbygd av, so hevur ein kanska lagt til merkis, at sera stórar og langar glerpípur hanga niður úr tunnilsloftinum báðumegin, og eisini hanga nakrar glerpípur mitt fyri í tunnilsmunnanum.
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til Árna Jacobsen, økisleiðara hjá Landsverk. Hann sigur, at hetta við at glerpípum hanga úr loftinum hevur ofta verið ein trupulleiki hjá Landsverk. Hetta er serliga í tunnilunum norðanfyri, har høgættin rakar á.
Hann sigur víðari, at Landsverk fer í dag at tryggja tunnilin og at taka glerpípurnar niður.
Spurdur, um hann veit um skaðið nakrantíð hevur staðist av, at glerpípur eru dottnar niður á bilar, sigur Árni, at tað veit hann ikki nakað dømi um.
