Mynd: Betri
Ársúrslitið hjá Betri Banka í 2022 var 73,2 mió. krónur eftir skatt.
Betri Banki hevur ígjøgnum fleiri ár havt ein støðugan vøkstur i útlánum, og 2022 var einki
undantak. Útlánini øktust við 7%, samstundis sum bankin hevði eina stóra tilgongd av nýggjum
kundum.
Betri Banki metir, at útlánskundar bankans yvirskipað hava tað gott. Hetta er gott at síggja, nú
rembingar eru í heiminum við kríggi, prísvøkstri og hækkandi rentum.
Í 2022 hækkaði Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna 2,35% stig, meðan bústaðarrentan í Betri
Banka til samanberingar hækkaði 1,65% stig.
Betri Banki hevði við árslok 2022 ein kjarnukapitalprosent á 32%, og er soleiðis ein avbera tryggur
peningastovnur.
Ársfrásøgnin kann lesast her: https://www.betri.fo/banki/um-okkum/roknskapur
Árið í stuttum
• Ársúrslitið: 73,2 mió. krónur
• Úrslitið áðrenn skatt: 87,8 mió. krónur
• Fíggjarstøðan javnvigar við 10.676 mió. krónum
• Útlán: 7.310 mió. krónur
• Innlán: 8.499 mió. krónur
• Eginpeningur: 2.019 mió. krónur
• Kjarnukapitalprosent við árslok er 32,0%
