Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og regn ella ælaveður, í støðum mjørki. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og regn ella ælaveður, og í støðum mjørki. Í kvøld og í nátt skýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin lítið lot sunnan og av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.
Sólarris: 03:58 Sólsetur: 22:51
