Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi fram til á middegi sunnudagin.
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin eitt sindur klárari, tað verður longri millum ælini, og vindurin fer at minka; á midnátt er lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Í nátt lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Sólarris: 04:49 Sólsetur: 21:58
