Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin, skrivað kl 06:25.
Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, vaksandi til frískt lot upp í frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum skúrar. Hitin 4 til 8 stig. Seinnapartin veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind av útnyrðingi ella vestri, 10 til 15 m/s, seint seinnapartin og í kvøld upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og stundum regn ella ælaveður, í støðum vátakavi. Tað verður kaldari sum frá líður, í kvøld og í nátt millum 1 og 5 stig.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sólglottar og okkurt ælið, í støðum vátakavi. Hitin 1 til 5 stig.
Sólarris: 04:52 Sólsetur: 21:55
